Vinnuútbúgvingar

11. mars 2019



Vinna og vinnuútbúgvingar hanga saman, og Sambandsflokkurin sær stóran týdning í hesum, at vit í Føroyum hava fjølbroyttar og viðkomandi vinnuútbúgvingar

 

Í tveimum umførum havi eg spurt landsstýriskvinnurnar í skúlamálum um útbúgvingar til okkara høvuðsvinnur.

 

Í báðum førum er svarið, at einki verður gjørt frá landsstýrisins síðu við hesar útbúgvingarnar.

 

Tað snýr seg um tvær útbúgvingar:

 

1. Yrkisútbúgving innan fiskireiðskap -  serliga trol og nót

 

2. Fiskimannaskúli

 

Yrkisútbúgving innan fiskireiðskap – serliga trol og nót

Hendan útbúgving var sett á stovn í 2007, men kom í veruleikanum ongantíð í gongd – ein næmingur tók prógv.

 

Sum fiski – og alivinnutjóð, so er eftirspurningurin stórur eftir fólki við førleikum innan trol og nót,  men eingin yrkisútbúgving er á hesum øki, sum ungdómur okkara kann nema sær. Hetta er stórt spell og í veruleikanum stór skomm, hetta, at vit sum fiskivinnutjóð ikki hava eina útbúgving innan fiskireiðskap – eina útbúgving, sum vit hava brúk fyri.

 

Spurningin, hví hendan útbúgving ongantíð veruliga kom í gongd, havi eg roynt at kanna við m.a. at tosa við fólk, sum arbeiða innan økið. Eitt afturvendandi svar, sum eg fekk var, at útbúgvingin var ov  bóklig og ov lítið verklig, also ov nógv skúlagongd við teori og ov lítið av tíð til tann verkliga partin. Hetta gjørdi, at ungdómar ikki høvdu áhuga at søkja inn á útbúgvingina.

 

Fiskimannaskúli

Hetta er eitt hugskot, sum fyrrverandi løgtingsmaðurin, Jógvan I. Olsen á Toftum legði fyri dagin fyri jól í fjør. Lagt verður upp til, at fyrireikingarnar til ein slíkan skúla kundu m.a. verið gjørdar í samstarvi millum Mentamálaráðið, Fiskimálaráðið, Útróðrarfelagið, Fiskimannafelagið, Reiðarafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Motorpassarafelagið. Endamálið við hesum skúla er m.a. er at seta við ungar fiskimenn, sæð í ljósinum av, at lítil og eingin tilgongd er til at verða fiskimaður. Hendan útbúgving eigur at leggja størsta dentin á tann verkliga partin.

 

Niðurstøða

Ásannast má, at sitandi landsstýri ikki arbeiðir við hesum báðum viðkomandi útbúgvingum. Tað undrar, at sitandi landsstýri, sum hevur raðfest útbúgving rímiliga høgt, ikki gevur hesum báðum útbúgvingum ans, hesum útbúgvingum, sum stuðla upp undir høvuðsvinnur okkara. Hetta eru yrkisligar útbúgvingar, sum eiga at leggja høvuðsdent á tann verkliga partin, og undirstrikast skal, at hetta eru ikki akademiskar útbúgvingar meint verður við.

 

Í tøttum samstarvi við vinnuna, eigur at bera væl til at snikka saman lógargrundarlag til hesar vinnuútbúgvingar. Heldur ikki eigur at verða neyðugt við tí stóra kostnaðinum hjá tí almenna, um rætt verður atborið.

 

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back