Tjóðveldi setir politisku dagsskránna hjá samgonguni

18. mars 2019



Hvat hendir í Javnaðarflokkinum?

Hvat er tað, ið hendir, spyrja fólk. Er tað veruliga so, at í egnum flokki, Javnaðarflokkinum, verður tú varpaður út, um tú hevur egnað hugsan um politikk og raðfestingar, sum ikki standa í samgonguskjalinum.

 

Er tað so, at munur er á, tá tað snýr seg um Tjóðveldi,  tá er ikki neyðugt at hyggja í samgonguskjalið, um hvat er avtalað ella ikki, um tað eru yvirtøkur ella avtøka av grundlógarfestum rættindum til fólkatingsumboðan - tá sær alt út til at vera loyvt.

 

Tað gerst meira og meira týðuligt, at tað er Tjóðveldi, sum avgerð alt í samgonguni. Vit kunnu taka nøkur dømir: Fiskivinnufløkjan, Novo Nordisk málið, danska listajáttanin til Landssjúkrahúsið, yvirtøka av vitum, nýggja sjúkrahúsgølan, og nú eisini avtøkan av grundlógarfestu fólkatingsumboðunum.

 

Hvar er løgmaður?

Hvar er løgmaður í øllum hesum, spyrja fólk. Tey spyrja eisini, um ein løgtingsformaður eisini kann vera vanligur tingmaður samstundis, uttan um formansskapin og uttan um egnan flokk, tá ið tað passar honum, og um onki fær fylgjur fyri Tjóðveldi.

 

Hvussu ber hetta til, spyrja fólk og hvar er løgmaður? Tá ið tað snýr seg um hansara egnu er tað ”Kæft trit og retning.“ Gerhard hevði egnar meiningar og fekk sekkin, Kristin somuleiðis, Henrik hevði eisini egnar meiningar sum landstýrimaður og mátti frá og Rigmor mátti frá, meðan Tjóðveldi ger akkurát sum tað vil, tá er onki óført.

 

Superstjórin í Sjúkrahúsverkinum og stjóri á Landssjúkrahúsinum finnur seg sjálvandi ikki í at verða behandlaður sum ein smádrongur av Tjóðveldi. Eisini at avtaka grundlógarfest umboð í Fólkatinginum, sum sambært Tjóðveldinum eru forstýrandi fyri politisku skipanina, fær ongar avleiðingar fyri nakran.

 

At landið fær stóran skaða av hesum, tykist ikki hava áhuga ella hvussu?

 

Nú ongin munur á politikkinum

Føroyingar eru helst framman undan samdir um, at lítil og ongin munur er á sosialistiska politikkinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

 

Nú sær harafturímóti út til, at teir eru so rørandi samdir um republikanska loysingarpolitikkin. Tað er nakað nýtt, sum er hent í hesum valskeiðinum, og er slettis ikki í tráð við tað, sum Javnaðarflokkurin fór til val uppá seinast, tá var flokkurin sambandsflokkur um ein háls og fekk sambandsfólk at velja seg.

 

Hetta má kallast álitisbrot av teimum stóru. Hvat fær ein flokk at hamskiftast so álvarsliga og skjótt, og hví fær onki hjá Tjóðveldi fylgjur, spyrja fólk.

 

Umframt allan skaðan tað ger at avtaka grundlógartryggjaða rættin hjá føroyingum við fólkatingsumboðum, so leggur tað eisini upp til loysing í gjøgnum bakdyrnar.

 

Skiftandi forsætisráðharrar og seinast Lars Løkke Rasmussen heitir á føroyingar, tá teir vilja donsku stjórnini eitthvørt, um at koma inn ígjøgnum høvuðsdyrnar - tær standa altíð víðopnar fyri føroyingum.

 

Edmund Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back