Magnus spyr um yvirtøkur

19. mars 2019


Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 20. mars at seta Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein munnligan fyrispurning um yvirtøkur


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvør er orsøkin, at fleiri yvirtøkur verða framdar, sum ikki standa í samgonguskjalinum?

 

2. Hvussu nógv økist raksturin av føroyska samfelagnum árliga, hvørt ár - orsaka hesar yvirtøkur?

 

3. Hvussu verður hesin økti rakstur fíggjaður, og hvussu kemur hetta at ávirka raksturin av føroyska samfelagnum framyvir?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at í samgonguskjalinum fyri hetta valskeiðið, verður greitt frá yvirtøkum av trimum málsøkjum.

 

Samgongan hevur nú fráboðað, at umframt yvirtøkurnar, sum standa í samgonguskjalinum, so verða fýra málsøki afturat yvirtikin í hesum valskeiðinum.

 

Hesi  fýra málsøkini eru:

 

- Kort- og landmátingarmyndugleikin

- Landslæknaembætið

- Sjóuppmerking og vitaverk

- Sjórættur

 

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at politikkur er raðfestingar.

 

Vit hoyra javnan um vantandi játtan á fíggjarlógini til grundleggjandi vælferðartænastur, sum t.d. á heilsu- og almannaøkinum.

 

Tá uppskot verða løgd fram á ting, tá verður sum oftast spurt, hvussu tey verða fíggjað.

 

Tí er tað áhugavert at frætta, hvussu nógv raksturin økist av hesum yvirtøkum, og ikki minst, hvussu hann verður fíggjaður, og hvussu hetta kemur at ávirka raksturin av føroyska samfelagnum framyvir.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back