Keisarin er nakin

10. apríl 2019



Samgongan og KVF røða upp í saman um eina nýskipan av fiskivinnuni, sum er sett í verk - tað má sigast at vera størsta “fake news” í nýggjari føroyskari politiskari søgu.

 

Eg kann vísa á nøkur grundleggjandi mál, sum ikki eru tikin við í hesa sokallaðu nýskipanina av fiskivinnuni:

 

- Umsitingarætlan ella veiðireglur eru ikki gjørdar

 

- Kvotuskipan er ikki sett í verk fyri heimaflotan

 

- Skipan við áseting av tilfeingisgjøldum er ikki gjørd

 

Harafturat endaði uppboðssølu kravið á 15% í mun til ætlanina um 100%.
 

Hvat viðvíkur ognarrættinum av sjófeinginum til Føroya fólk, ja so varð hesin ivin staðfestur longu í 2007, av einum samdum Løgtingi.


Botnfiskiskapurin undir Føroyum hevur verið skipaður eftir fiskidagaskipanini heilt frá 1996.

 

Eisini kunnu vit staðfesta, at menningarkvoturnar vórðu 90% ófiskaðar í 2018, svarandi til eitt mist virði uppá umleið 200 mió. kr.

 

Heilt erligt, hvussu kann mann billa fólki inn, at samgongan hevur framt eina vælvirkandi nýskipan av fiskivinnuni í Føroyum.
 

Hetta við nýskipan av fiskivinnuni er tí beinleiðis pínligt at hoyra uppá.
 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back