Nakrar søguligar rættleiðingar (fyrsti partur)

26. apríl 2019



10. mai eru liðin 20 ár síðani eg varð settur í starv sum skrivari hjá Sambandsflokkinum. Tað var meðan Føroyar vóru mitt í einum ”fullveldisrúsi”, og sigast má, at tá var ikki akkurát hægsti móti at vera sambandsmaður. Tó havi eg altíð følt meg sera væl í Sambandsflokkinum, tí flokkurin hevur eina stolta søgu, hóast nógv verður gjørt, fyri at dálka hesa søguna.

 

Eitt sum serliga Tjóðveldisflokkurin brúkti nógv í orðaskiftum, tá fullveldismálið var í hæddini, og sum vit onkuntíð síggja enn, er, at tá teimum manglar argument fyri teirra politikki, so ramsa tey upp eina rúgvu av málum, sum tey siga seg hava framt, og sum tey siga at Sambandsflokkurin hevur verið ímóti. Og tað riggar væl, tí fá munnu kenna allar smálutirnar í søguni, og tá eingin svarar hesum aftur, so stendur hetta eftir sum tann ævigi sannleikin – og fram um alt – tey sleppa undan at argumentera.

 

Eg havi eisini lagt til merkis, at listin við hesum málunum blívur bara longri og longri, sum tíðin gongur.

 

Men einaferð blívur tað so nógv, at tú kennir teg noyddan at koma við nøkrum rættingum, og hagar  eri eg komin nú. Tí fari eg í nøkrum lesarabrøvum at viðgera nøkur av málunum í hesi kendu ramsuni.

 

Føroyskt sjónvarp

Fyri nøkrum vikum síðani setti eg spurnartekin við eina nýggja útbúgving á Fróðskaparsetrinum, tí okkurt bendir á, at tey lesandi, sum støðan er, ikki kunnu brúka útbúgvingina til alt tað, sum Setrið sigur, at hon kann brúkast til. Tað er sjálvsagt viðkomandi at spyrja um tað.

 

Høgni Hoydal gjørdi viðmerkingar til hetta tann 12. apríl. Men ístaðin fyri at argumentera fyri, hví hann heldur tað vera skilagott at seta eina nýggja útbúgving á stovn, uttan fyrst at tryggja sær, at hon kann brúkast, so tekur hann ta gomlu ramsuna fram aftur. Millum annað skrivar hann soleiðis:

 

”Av óskiljandi orsøkum heldur eisini okkara kringvarp saman við onkrum privatum miðli og privatum advokati, at hetta eru væl grundað tíðindi og væl valt sjónarhorn at bera fram til Føroya fólk. Ja, sama kringvarp, ið varð stovnað, hóast Sambandsflokkurin bardist við hond og fót ímóti, at vit skuldu hava føroyskt útvarp og sjónvarp.”

 

Harvið fær hann sagt, at Sambandsflokkurin bardist av øllum alvi ímóti, at Føroyar fingu millum annað egið sjónvarp. Og sigur hann tað nóg ofta, so fara fólk at trúgva tí, og kanska eisini at endurtaka tað.

 

Ikki øll tjóðveldisfólk vóru heit fyri føroyskum sjónvarpi

Eg havi hugt í gomul bløð og løgtingstíðindi, og har sæst, at tað vóru ymiskar meiningar í flestu flokkum um føroyskt sjónvarp, men tann ivin var ikki orsaka av, at onkur var ímóti sjónvarpi, men spurnartekin var sett við kostna og teknisku krøvini.

 

Og tó... – Tá Sjálvstýrisflokkurin til valið í 1962 hevði føroyskt sjónvarp sum vallyfti, vóru ikki øll tjóðveldisfólk so glað fyri tað. Tann 3. oktober hetta árið stendur eitt lesarabræv í 14. September (málgagninum hjá Tjóðveldisflokkinum), har funnist verður at uppskotinum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Millum annað stendur soleiðis:

 

”Eina ferð fáa við óivað føroyskt sjónvarp, men í løtuni munnu aðrar uppgávur vera meira átrokandi. Høvuðsinnihaldið í einum slíkum sjónvarpi kemur óivað at verða útlendskir filmir, so føroyskt mennandi kemur eitt slíkt sjónvarp ikki at vera.”

 

Abbi Høgna atkvøddi ímóti føroyskum sjónvarpi

Spurningurin um føroyskt sjónvarp var fleiri ferðir frammi í 60- og 70 árunum.

 

Tann 27. mars 1969 (meðan Sambandsflokkurin hevði leiðsluna í Tinganesi), legði Villi Sørensen, landstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, uppskot fyri løgtingið um ”stovning av føroyskum sjónvarpi”.

 

Málið varð viðgjørt í fíggjarnevndini, og har sæst, at onkur tók undir við uppskotinum, onkur vildi hava fleiri fíggjarligar og tekniskar kanningar gjørdar, men tók annars undir við, at Føroyar fingu egið sjónvarp, og eisini stendur at tann eini minnilutin (Fólkaflokkurin) ”setti einki uppskot fram”.

 

Lógaruppskotið fekk 13 atkvøður og varð tí ikki samtykt. Av tingmonnunum hjá Sambandsflokkinum atkvøddu nakrir fyri og aðrir atkvøddu ikki. (Tá var ikki vanligt at atkvøða ímóti).

 

Ein løgtingsmaður sum ikki atkvøddi fyri var Karsten Hoydal (abbi Høgna). Eg fari ikki at siga, at hann var ímóti, at føroyingar fingu sjónvarp, men kanska var tað sum hjá so nógvum øðrum, at hann vildi hava fleiri upplýsingar um málið.

 

Føroyar fingu alment sjónvarp í 1984, meðan Sambandsflokkurin hevði leiðsluna í landsstýrinum. Full semja var í løgtinginum um málið.

 

So kanska verður ”ramsan” hjá Høgna og øðrum tjóðveldisfólkum hereftir stytt við orðunum ”føroyskt sjónvarp”?

 

(meira kemur seinni).

 

Helgi Abrahamsen

næstformaður Sambandsfloksins


RN


Back