Børn og ung við trupulleikum raðfestast hægri

6. mai 2019



Áhugaverd og viðkomandi ráðstevna

Almannaverkið skipaði fríggjadagin 3. mai fyri einari sera áhugaverdari ráðstevnu, undir heitinum ”Børn, Ung og sálarheilsan - KNÁ BØRN - Hvussu bera vit okkum rætt at - rættstundis”.

 

Eg vil takka Almannaverkinum fyri, at tit varpa ljós á hesi týdningarmiklu viðurskifti.

 

Tað varð tíverri ikki gjørligt at hoyra allar framløgurnar, so tað varð neyðugt at raðfesta, men samanumtikið so tóktist, at øll fingu nógv burturúr.

 

Fyri meg var talan um ein gevandi og læruríkan dag, og ikki minst sat eg eftir við, at tað er nógv arbeiði, sum skal gerast, um vit skulu megna at taka hond um okkara børn, ung og familjur teirra, rættstundis.

 

Skakandi frágreiðingar

Tað, sum skakaði meg vóru frágreiðingarnar frá tveimum fantastiskum ungum kvinnum, sum høvdu dirvi til at greiða frá sínum lívsroyndum, og hvussu tær hava upplivað skipanina. Tíbetur høvdu tær fóta sær og fingið hjálp, men uttan iva hevði lív teirra verið øðrvísi um tær fingu ta røttu hjálpina nógv fyrr og rættstundis. Í ein ávísan mun vóru tað ymisk viðurskifti tær greiddu frá, men til felags vóru tað nógvar óhugnaligar líðingar tær høvdu verið í gjøgnum.

 

Vit hoyrdu yvirlækna í barna- og ungdómspsykiatri, fyribyrgingarleiðara í Bláakrossi og leiðaran í Fountainhúsinum, hart og beinraki greiða frá, hvør frá sínum royndum frá múrum og forðingum, og hvat vit í Føroyum IKKI gera, tá ið vit skulu hjálpa børnum og ungum. Tey vístu á, at børn, sum hava mest tørv á hjálp, eru veruliga tey, sum eru svikin.

 

Greiði boðskapurin var, at allir múrar og forðingar mugu brótast niður og byggjast skal upp ein tvørfaklig samanhangandi skipan, soleiðis at tað eru børnini og ungdómar og tørvurin hjá teimum, sum skal verða sett í miðdepil.

 

Tá tað ikki verður tikin hond um børnini, sum hava tað trupult í uppvøkstrinum, tað verið seg av sjúku, breki ella har, sum foreldur ikki hava førleikan ella megna at uppæla síni børn, so vita vit, at tað kemur at kosta í hinum endanum, bæði persónliga og fíggjarliga.

 

Tørvur á nýggjum arbeiðshættum

Óansæð, hvør ella frá hvørjum hjálpin skal veitast, so er neyðugt fyrst og fremst at hugsa samskipandi, samanhangandi og tvørfakligt.

 

Vit skulu hugsa heila menniskja, har útgangsstøðið til eina og hvørja tíð er persónurin og familjan.

 

Størsti trupulleikin eru bíðitíðir - eitt barnalív er stutt og skaðin kann gerast ómetaliga stórur um hjálpin ikki verður veitt rættstundis. Tí er neyðugt, at peningur fylgir við persóninum, sum hevur tørv á hjálp.

 

Somuleiðis vóru tíbetur eisini framløgur, har víst varð á skipanir, sum eru við til at tryggja, at hjálpin kann setast skjótt í verk. Víst varð m.a. á TÍTT, sum nakrar kommunur í Føroyum hava tikið til sín, sum er eitt gott amboð, sum barnagarðar og Vøggustovur brúka, fyri at meta um trivna og varnast møguligar avbjóðingar, samstundis sum dentur verður lagdur á sosiala samanhangin og samstarvið við foreldur - eisini tvørtur um fak- og stovnsmørk.

 

Ábyrgdin er politisk

Tað eru politisku flokkarnir, sum hava evstu ábyrgdina. Tað er við lóg at tryggja, at okkara børn og ungdómar, sum hava ein serligan tørv, fáa tað røttu hjálpina rættstundis.

 

Tað er ikki brúk fyri tómun lyftum og tað er ikki brúk fyri háfloygdum orðum - men tað er brúk fyri vilja, styrki og ikki minst handling og fígging, skal tað eydnast.

 

Sambandsflokkurin vil bróta niður múrar og byggja brýr, og gera sítt ýtasta fyri, at øll børn og ung í Føroyum hava tað gott.

 

Rósa Samuelsen


RN


Back