SAMBANDSFLOKKURIN er rætti heimstaðurin hjá einum JAVNAÐARVELJARA til eitt komandi FÓLKATINGSVAL

12. mai 2019



SAMBANDSFLOKKURIN er rætti heimstaðurin hjá einum JAVNAÐARVELJARA til eitt komandi FÓLKATINGSVAL

 

Um dagarnar bleiv ein standmynd reist í Skopun av Peturi Mohr Dam. Petur Mohr Dam, sum var formaður javnaðarfloksins, grundaði alt sítt virki á ein sterkan ríkisfelagsskap.

 

Pápi hansara Óla Chr Dam gekk burtur á báti samanvið langabba mínum Jógvani Djurhuus (Prestjógvani) og Jógvan Joensen,( Jógvan hjá Selatraðjanusi), sum var ógiftur. Langabbi mín og Óla Chr Dam vóru nærmastu skyldmenn og vinmenn, báðir ættaðir frá Tinggaðrinum við Sjógv í Kollafirði.

 

Eftir Óla Christian sótu einkja og 5 børn, meðan tað eftir langabban, Jógvan Djurhuus,(Prestjógvan) sum omaná tað heila var vorðin einkjumaður, sótu 6 børn + 3 børn sum blivu uppfostraði sum systkin saman við ommu míni og hennara systkjum.

 

Jógvan hjá Selatraðjanusi hevði bara eina virkna hond. Men hóast tað, róði hann út við árabáti, sum hinir.

 

Petur Mohrs´sa sosialmál høvdu ongantíð vunnið frama, uttan eitt gott og tætt  samstarv við danskar politikarar, umvegis fólkatingssessin. Tað var grundarlagið - sjálvur hornasteinurin undir hansara sosiala virksemi.

 

Tí ganga flestu veljarar javnaðarfloksins inn fyri einum sterkum ríkisfelagsskapi við Danmark.

 

Men teir eru vorðnir heimleysir.Umboðið hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi í dag er  ein fyrrverandi tjóðveldismaður, sum roynir at spæla leiklutin sum javnaðarmaður. Men illa gongst.

 

Hann hevur eina ráðandi kjarnu við sær í javnaðarflokkinum, sum eru líkaglað, um tey eru í ríkisfelagsskapi ella ei. Tað eru tey beint nú, tí at tað “loysir seg”, siga tey.

 

Sum um vit ikki liva í umbroytiligum tíðum við niðugongd og uppgongd.

 

Ert tú javnaðarmaður, og góður við Ríkisfelagsskapin, so velur tú Sambandsflokkin til eitt komandi fólkatingsval.

 

Tá velur tú í “ond” Petur Mohr Dam´s.

 

Eitt løgtingsval, og eitt fólkatingsval, er ikki tað sama.

 

Jákup Fróði Djurhuus

valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Back