Omanfyri 500 útlendskir handverkarar

13. mai 2019



Vit hava síðstu 6-7 árini upplivað ein fólkavøkstur uppá umleið 3.000 fólk. Hetta var nakað undanfarna samgonga setti sær fyri, og tað kunnu vit fegnast um í dag.

 

Í skúlanum verður tað lagt upp til, at allir næmingar skulu á miðnám og fyri síðani at fara undir víðari lesnað. Fólkaskúlin hevur í alt ov lítlan mun víst á møguleikar innan tað handaliga.

 

Vit hava í dag omanfyri 500 útlendskar handverkarar, og megna vit ikki at vísa teimum ungu á hesa vinnugrein, kemur hetta talið bert at vaksa. Tí tað blívur alsamt truplari at finna handaliga arbeiðsmegi. Í hesum døgum eru tað fleiri, sum mugu bíða í fleiri ár eftir eini umvæling, bygging og øðrum.

 

Tann handverksligi parturin má inn aftur í fólkaskúlan, og næmingar mugu sleppa at síggja virðið í hesum fakinum. Tað eru spennandi og gevandi vinnumøguleikar, og tað skulu vit hjálpa næmingunum at síggja. Virðingin fyri fakinum má mennast, og skúlin skal vera fyrsti liðurin, sum vísur næmingunum hvørjir møguleikar eru innan hetta yrki. Her hugsi eg eisini um víðari lesnað hjá teimum, sum ynskja tað eftir teirra sveinastykkið.

 

Harumframt skulu vit arbeiða fyri umstøðum hjá arbeiðagevarum, ið hava brúk fyri lærlingum. Í dag fær arbeiðsgevarin einans 75% av lønini endurrindað av skúlauppihaldinum, hetta skal sjálvandi hækkast til 100% eins.

 

Tann teoretiski parturin er komin ov langt burtur frá ynskinum frá vinnuni. Byrjanin er ov long, og fleiri meina, at teoriin er ikki nóg realistisk í mun til dagliga arbeiðið. Tað er betur um skúlaparturin blivur styttri við fleiri smærri pørtum, soleiðis at lærlingurin fær roynt sín lærdóm í praksis - tað sum eyðkennir meistaralæru.

 

Sum samfelag, eru vit kend fyri góðar handverkarar gjøgnum nógv ættarlið. Vit eru kend fyri stórar og modernaðar verkætlanir innan byggi- og bátavinnu. Skulu vit halda fram við hesum, er neyðugt at vit broyta ta gongdina, vit hava upplivað síðstu 15-20 árini.

 

Jaspur Langgaard

valevni fyri Sambandsflokkin


RN


Back