Ríkisfelagsskapurin er lykilin til frælsi

14. mai 2019



Vilt tú frælsi, so er at velja Ríkisfelagsskap.

 

Ríkisfelagsskapurin er orsøkin til, at Føroyar eru eitt av teimum mest frælsu og demokratisku londunum í øllum heiminum av okkara stødd.

 

Um vit hyggja sokallaðum sjálvstøðugum londum sum Íslandi og Norra, so koma eini 50-60% av allari teirra lóggávu sendandi við postinum úr útlondum, frá ymsum altjóða felagsskapum.

 

Orsøkin er, at hesi bæði londini mugu vera partur av  eini 50-60 ymsum altjóða felagsskapum, fyri at fungera sum ein sokalla sjálvstøðug tjóð.

 

Og í flestu felagsskapum hava tey onki at skula hava sagt, sum eitt evarska lítið land.

 

Londini eru tvingaði til at samtykkja hesar lógir. Har er ongin bardón.

 

Í Føroyum fer at kalla ongin lóg ígjøgnum, sum løgtingið ikki samtykkir.

 

Tað er eindømi um, hvussu frælsar Føroyar eru.

 

Jákup Fróði Djurhuus

valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið

 


RN


Back