Ríkisfelagsskapurin skal varðveitast og styrkjast

19. mai 2019



Sambandsflokkurin ynskir, at vit skulu varðveita og styrkja Ríkisfelagsskapin, til gagns fyri alt Føroya fólk, bæði úti og heima.

 

Vælferðin skal ikki standa fyri hóttafalli av búskaparligum ábyrgdarloysi

Um Føroyar skulu hava fullveldið, kosta hvat tað kosta vil, so fær tað búskaparliga haldførið eitt skot fyri bógvin. Slíkur ábyrdarleysur fíggjarpolitikkur gongur út yvir vælferðina hjá Føroya fólki.

 

Sambandsflokkurin fer ikki at spæla við lagnuna hjá Føroya fólki við at fremja stórar yvirtøkur og minka um inntøkur landskassans. 

 

Seinasta fullveldissamgonga kostaði Føroyum dýrt

Vit merkja tað sera væl búskaparliga innan vælferðartænastur, eitt nú innan sjúkrahúsverkið, sum manglar nógvar 10 tals milliónir, at ein yvirtøka í óðum verkum kostaði landskassanum 366 mill. kr. í mistum inntøkum, uttan nakað boð upp á fígging - hetta má sigast at vera ábyrdarleysur fíggjarpolitikkur.

 

Loysingarvongurin ein fíggjarlig hóttan fyri vælferðina

Størri loysingarvongurin blívur, størri møguleiki er fyri, at inntøkurnar lækka og útreiðslusíðan veksur, við enn fleiri yvirtøkum.

 

Vil mann varðveita Ríkisfelagsskapin, so er bara ein flokkur, sum 100% gongur inn fyri tí, og tað er Sambandsflokkurin.

 

Vel tað trygga, vel Sambandsflokkin.

 

Edva Jacobsen

valevni hjá Sambandsflokkinum


RN


Back