Fullveldistosið forðar marknaðaratgongd

23. mai 2019



Í mars í 2016 legði Sambandsflokkkurin uppskot fyri Løgtingið, um at fáa landsstýrið at samráðast við ES um fría atgongd til ES marknaðin.


Eitt einmælt løgting samtykti lítið broytt uppskot. Uppskotið snúði seg um at geva landstýrinum rúmar ræsir til at samráðast við ES, um at fáa fría atgongd til ES marknaðin fyri føroyskar fiskavørur. Landsstýrismaðurin skuldi leggja frágreiðing fyri tingið um hetta.

Í spurnarorðaskifti í løgtinginum spurdu vit í Sambandsflokkinum landsstýrimanninum í vinnumálum, Poul Michelsen, hvussu gekst við samráðingunum um fría marknaðaratgongd til ES marknaðin.

    

Svarið var syrgiligt! Brislingur og glutenfrítt fiskafóður vóru, eftir landsstýrismansins tykki, einastu glottar fyri Føroyar, sum hann kundi síggja. Tá ið svarið kom, sótu tingfólk sjálvandi sum kánus. Flestu hugsaðu helst, hvussu kann eitt uppskot, ið er einmælt samtykt av Føroya Løgtingi, ikki verða tikið til eftirtektar? Hvat hugsar landsstýrismaðurin fyri sær?

 

Undir orðaskiftinum førdu landsstýrismaðurin og Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, fram, at allar markaforðingar millum Føroyar og ES kundu loysast við sokallaðu loysingini. Tá leyp ketan so orduliga av. Tí sannleikin er tann, at einki er meira misskilt enn júst hetta uppáhaldið. Tí so hevði Føroyar, í ES eygum, verið eitt triðjaland uttan veruligt tilknýti til ES.

 

Lat okkum ganga eftir førdum dømum

Atlond sum Áland, Isle of Man og Grønland og onnur, hava longu fingið serligar avtalur við ES, sum geva teimum atgongd til ES marknaðin, og sum passa til teirra tørv. Hesar avtalur eru gjørdar, tí tey, sum atlond, hava serlig tiltnýti til ES londini Danmark, Finnland og Stórabretland. Har í liggur rætturin.

 

Nú má tíðin verða komin til, at politiska skipanin brettir upp um armar, og setir seg við samráðingarborðið í Bruxelles, við tí fyri eyga at fáa veruligar avtalur, ið veruliga gagna Føroyum og føroysku fiskivinnuni. Endamálið má verða, at Føroyar fáa eina skipan, ið kemur at tryggja okkum fríhandil við fiskavørum - harumframt rættin at umsita egið tilfeingi.

 

Vit skulu hava markaforðingarnar burtur. Tað fer grundleggjadi at flyta Føroyar frá at framleiða hálvvirkað og selja rávøru, til eisini at kunna framleiða og útflyta lidna matvøru. Tað fer at gera Føroyar til eitt ríkari og áhugaverdari land - bæði fyri føroya fólk og føroyska vinnulívið.

 

Tjóðskaparkenslan forðar føroyskum vinnulívi

Tað gerst alt týðiligari, at tann afturvendandi tjóðskaparkenslan forðar føroyskum vinnulívi at gagnnýta hetta gulleggið, sum hesin framleiðslumøguleikin er. Fullveldistosið, í hesum samanhangi, ger einki gott fyri Føroyar, tvørturímóti, tað forðar Føroyum at fara eftir sjálvsøgdu loysnini. Latið okkum gangnýta Ríkisfelagsskapin, sum vit eru partur av, júst sum onnur oyggjarsamfeløg hava gjørt, so vit fáa eina avtalu, ið kemur Føroyum til gangs, og er tilpassað til føroysk viðurskifti.

 

Edmund Joensen

 


RN


Back