Edva stillar upp fyri Sambandsflokkin

23. mai 2019


Edva Jacobsen er eitt kent andlit í føroyskum landspolitikki - hon sat á Løgtingi frá 2010 til valið í 2015. Edva stillar upp fyri Sambandsflokkin bæði til fólkatings- og løgtingsvalið


Edva Jacobsen er fødd tann 31. august  1964, 54 ára gomul. Uppvaksin og býr í Fuglafirði. Er gift við Elibert Jacobsen og tey eiga ein vaksnan son.

 

Edva byrjaði at arbeiða í táverandi Føroya Banka í 1983 og starvaðist har inntil 2010, tá hon fór í Løgtingi sum varakvinna, bleiv síðani afturvald í 2011.

 

Ì 2015 fór hon at arbeiða á Pelagos fram til januar 2016. Síðani fór hon at arbeiða á kryvjideild hjá Bakkafrost í Klaksvík og síðani á Glyvrum fram til summari 2018. Í dag arbeiðir hon á Fíggjar- og HR deild hjá Bakkafrost.

 

Umframt verandi starv er hon í Fuglafjarðar býráð, vald fyrstu ferð í 2016.

 

Hevur í frítíðini fyrr brúkt nógva tíð upp á nevndaarbeiði hjá ÍF. Í løtuni er hon í stýrinum fyri Thabor í Fuglafirði.

 

Grundin til at Edva hevur sagt ja til aftur at stilla upp fyri Sambandsflokkin er, at hon brennur fyri tí politiska og hon veit, at Sambandsflokkurin er ein flokkur, sum ynskir at varðveita og styrkja Ríkisfelagsskapin, til stórt gagn fyri okkara fólk. 

 

Vit megna nógv meira við at standa saman, og hettar er ein stór styrki fyri okkara vælferðarskipanir.

 

Her eru nøkur av hennara mongu hjartamálum:

 

- Ríkisfelagsskapurin skal varðveitst og styrkjast

- Vinnan skal hava tryggar og stabilar karmar at virka undir, innanfyri Ríkisfelagsskapin

- Allarbestu útbúgvingarmøguleirar til okkara ungdóm, írokna stuðulsmøguleikar eitt nú SU

- Viðgerðartrygd til allar Føroyingar

- CPR-nr, sum ger tað lættari at virka i øllum Ríkinum, eisini í sjúkraørindum

- Betri marknaðaratgongd - atgongd til sendistovur kring allan heim

- Tryggan búskap - prístalsregulering av ríksiveitingini - hægri játtan til vælferðartænstur

- Varðveitsla av góðu ratingini av Føroyum

 

Sambandflokkurin


RN


Back