Magnus stillar upp til Fólkatingið

24. mai 2019


Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, stillar upp fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið


Magnus er 56 ára gamal, er lambamaður og býr eisini í Lamba.

 

Hann er útbúgvin lærari og hevur 20 ára starvsroyndir sum lærari í føroyska fólkaskúlanum. Magnus er bóndi og hevur eisini roynt seg sum alara og fiskasølumann.

 

Av politiskum royndum, so hevur Magnus sitið átta ár í Runavíkar býráð, harav sjey av árunum sum borgarstjóri. Seinastu fýra árini hevur Magnus verið løgtingsmaður.

 

Magnus stillar upp til Fólkatingið, tí hann ynskir at arbeiða til frama fyri, at Sambandsflokkurin fær umboðan aftur á Fólkating.

 

Magnus kann við sínum fjølbroyttu royndum og góða innliti vera við til at føra Sambandsflokkin enn longur fram á leið.

 

Av fokusøkjum, so sær Magnus hesi sum týdningarmikil at virka fyri á Fólkatingi:

 

- Dagføring og menning av Ríkisfelagsskapinum

- At beina markaforðingar millum londini av vegnum

- At fáa vitan, innliti og ávirkan á uttanríkis- og verjumál

- At virka fyri munandi betri markanaðaratgongd, serliga fyri fiskavørur

- Konstruktivum og semjusøkjandi samstarvi við allar partar í Fólkatinginum

 

Sambandsflokkurin


RN


Back