Rósa stillar upp til fólkatingsvalið

24. mai 2019


Eitt kent andlit í føroyskum landspolitikki stillar upp fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið


Rósa Samuelsen er fødd í 1959 uppvaksin í Havn og eitt tíðarskeið í Gøtu. Rósa flutti til Sandavágs í 1985, hon er gift við Heðin Samuelsen, saman eiga tey 3 børn og 4 ommu- og abbabørn.

 

Hon bleiv útlærd sum skrivstovukvinna í 1984 hjá P/F, BACALAO, hon starvaðist har í 7 ár. Frá 1985 til 2001 starvaðist Rósa í Føroya Sparikassi í Vágum, til hon tók við starvinum sum borgarstjóri í Sandavágs kommunu í 2001.

 

Rósa hevur verið kend innan kommunupolitikk síðani 1999, tá hon kom inn í kommunustýrið í Sandavágs kommunu, umframt at vera kommunustýrislimur var hon eisini forkvinna í Felagskommununi í Vágum.

 

Í tíðarskeiðinum frá  2001 til oktober í  2008 var hon borgarstjóri í Sandavágs kommunu, forkvinna  í Føroya kommunufelag og næstforkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, limur í Demokratia og í stýrinum fyri Barnaverndarstovu Føroya.

 

4. februar 2008 tók Rósa sætið á Føroya Løgtingi, har hon eisini varð limur í Løgtingsins Trivnaðarnevnd. Frá 26. september 2008 til 14. november 2011 var hon landsstýriskvinna í Almannamálum. Eftir løgtingsvalið 2011 bleiv Rósa afturvald á Føroya Løgting, hon varð forkvinna í Løgtingsins Trivnarnevnd valskeiðið út.

 

Í 2013  bleiv Rósa borgarstjóri nú í Vága kommunu og stýrislimur í Kommunufelagnum. Tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, varð Rósa næstforkvinna og í 2016 forkvinna i Stýrinum fyri Heimatænastuna i Vágum og forkvinna í 3 ár í Barnaverndarsamstarvinum fyri somu kommunur.

                         

Rósa er økislimur fyri Vágar í JAVNA, limur í landsnevndini hjá Bláa Krossi Føroya, í skúlastýrinum á Giljanesi, og í skúlastýrinum á Skúlanum á Trøðni, eisini er Rósa nú forkvinna í Starvsnevnd Sambandsfloksins og frá november 2018 limur í tilvísingarnevndini hjá Betri Banka. Rósa hevur eisini roynt seg sum avloysari í barnagarðinum Sóljugarði í Sandavág, og umframt at hava samskipandi og ráðgevandi uppgávur. 

 

Rósa sigur, at hon stillar upp fyri Sambandsflokkin, tí hon metir, at flokkurin kann lyfta upp tey veikastu, sjúku og eldri umframt tey, sum hava serligan tørv í samfelagnum. Og við góða samstarvinum í Ríkisfelagsskapinum, ger tað, at vit kunnu veita øllum okkara borgarum eina góða vælferðartænastu, umframt at tryggja okkara ungdómi góðar útbúgvingarmøguleikar um allan heim. 

 

Hjartamálini hjá Rósu eru m.a. at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum hava eina serliga avbjóðing í lívinum. Hesi hava sama rætt sum øll onnur, og tað liggur heilt nógv arbeiði fyri framman, sum skal gerast áðrenn rokkið verður á mál.

 

Sambandsflokkurin 


RN


Back