Tá ið Føroyar fingu insulinsjokk

25. mai 2019



Millum 3 og 4000 fólk eru rakt av diabetes í Føroyum.

 

Novo Nordisk Grunnurin hevur sett heilar 6 milliardir krónur av til viðgerð av diabetessjúklingum í Danmark, Føroyum og Grønlandi.

 

Ikki eiti á upphædd.

 

Í Danmark hava myndugleikarnir sjálvandi tikið av tilboðnum, og í Grønlandi hava tey eisini tikið av tilboðnum.

 

Í Grønlandi fara tey at opna ein sokallaðan Steno Diabetes Central.

 

Úr Føroyum svaraði Siri Stenberg frá Tjóðveldi í brævi til Novo Nordisk, at tey hava tosað um málið, og at tey.....

“på baggrund af disse drøftelser skal meddele, at Sundhedsministeriet ikke på nuværende tidspunkt vil arbejde videre med forslaget om at indgå i et samarbejde med Novo Nordisk Fonden indenfor diabetesbehandling”.

 

Hetta er jú eitt rungandi, nei!

 

Málið bleiv av fyrstantíð hildið loyniligt. Ongin mátti fáa tað at vita, at Novo Nordisk var komið við hesum tilboði.

 

Men síðani málið kom fram í ljósið, hava læknar, aðrir serfrøðingar á økinum, og ikki minst DIABETES SJÙKLINGAR hildið um høvdið.

 

Enn er púrt onki hent á økinum. Absolutt onki. Meðan tey bæði í Danmark og Grønlandi er byrjaði at fyrireika samstarvið við Novo Nordisk til stóra gleði fyri tey, sum stríðast við diabetes.

 

Við einum SAMBANDSUMBOÐI á Fólkatingi, er tað upplagt at fáa fleiri slík samstørv í lag.

 

Jákup Fróði Djurhuus

valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Back