Ríkisfelagsskapurin og frælsið hjá tí einstaka føringinum

25. mai 2019



Oftast verður frælsi, tá kjakast verður um hetta, tengt at orðinum ”suverenitetur/ fullveldi” - hetta at ráða í egnum húsi.

 

Tíverri má eg siga at “suverenitetur ella fullveldi” hava lítið og einki við veruligt frælsi at gera.

 

Vit síggja og hoyra hvønn dag um fult suveren lond kring í heiminum, har londini ivaleyst eru sokallað suveren ella fullveldi, men har íbúgvarnir í landinum als ikki eru frælsir.

 

Fyri meg er tað at hava veruligt frælsi tað, at tjóðin hevur frælsi.

 

Hvat er so tjóðin? - tað eru vit, sum her búleikast og virka - tað eru vit, fólkið, menniskjuni.

 

Vit skulu m.a. hava frælsi til:

 

- At fáa okkum góða  útbúgving

- At seta okkum búgv, og geva okkara familju eitt trygt gott lív

- At fáa eitt gott starv og møguleikar fyri at arbeiða okkum upp og geva okkara íkast til tað samfelag vit livað og virka í

- At hava møguleika og karmarnir til at skapa okkara  egnu eydnu

 

Vit skulu eisini hava tryggleika:

 

- At hóast fødd á lívsins sokallaðu skuggasíðu, so skal dagligdagurin verða tryggur

- At verða veik í samfelagnum og álíkavæl hava eitt trygt  gott lív

- At hóast eldri, at hava tryggar karmar og eitt gott sømiligt lív

 

Uppgávan hjá teimum fólkavaldu er áhaldandi at tryggja hvørjum einstøkum av okkum hetta frælsi.

 

Í Amerika hava fleiri enn hálvthundrað statir tikið seg saman fyri at tryggja sínum borgarum hesar møguleikar og frælsi. Hvør einstakur statur er nógvar ferðir størri enn  mong lond eru. Hóast tað, so hava statirnir sæð, at uttan at standa saman, kunnu teir ikki tryggja tjóðini veruligt frælsi. Prísurin fyri veruligt frælsi er at lata nakað av avgerðarrætti til Washington.

 

Londini í Evropa hava eisini sæð - eftir mong kríggj og stríð teirra millum - at veruligt frælsi og veruligir møguleikar fyri tjóðirnar einans kann tryggjast við at standa saman. Úrslitið av hesum er, at alsamt fleiri av hesum londum hava tikið seg  saman í ES. Prísurin fyri at tryggja borgarunum, tjóðini, frælsi og møguleikar, hevur eisini her verið,  at londini lata avgerðarrætt frá sær - til Brussel.

 

Í Føroyum er støðan ikki øðrvísi enn í Ameriku og Evropu. Fyri at tryggja tjóðini veruligt frælsi, mugu vit hava ein sterkan stat - eitt sterkt sambandsríkið og fyri hetta lata avgerðarrætt í ávísum førum.

 

Uttan eitt sterkt sambandsríkið kunnu vit ikki tryggja tjóðini veruligt frælsi. Vit tryggja Føroya fólki - tjóðini - frælsi, menning og møguleikar gjøgnum Ríkisfelagsskapin.

 

Eru vit ikki longur í Ríkisfelagsskapinum fáa vit “suverenitet/ fullveldi”, men tjóðin  missir frælsi og møguleikar.

 

Hvat er tá vunnið kann ein spyrja seg sjálvan?

 

Frælsi kann ikki fatast, - uttan í mun til ófrælsi. Tann ið ikki kennir ófrælsi, - kennir heldur ikki frælsi.

 

Í dag hava vit í Føroyum einki ófrælsi, ið stendst av stjórnarstøðuni ella sum kann bøtast við at broyta stjórnarstøðuna.

 

Sambandsflokkurin arbeiðir fyri áhaldandi at hava størst møguligt frælsi og trygd til hvønn einstakan av okkum.

 

Hetta vilja vit eisini millum mong onnur áhugamál, áhaldandi brúka okkara fólkatingssess til at virka fyri .

 

Við sambandsumboðan á Fólkatingið er tú í góðum tryggum hondum.

 

Sambandsflokkurin vil  frælsi og tryggleika fyri hvønn einstakan!

 

Farið tí á val tann 5. juni og setið kross við Sambandsflokkin ella eitt av valevnum tess.

 

Við sambandskvøðu.

 

Johan Dahl

valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið


RN


Back