Primus Inter Pares

25. mai 2019



Okur í Sambandsflokkinum hava ikki, sum hinir flokkarnir, ið ætla sær umboðan á Fólkatingi, nakran trupulleika at greiða frá, hvat vit ætla við komandi sessinum.

 

Okur hava boðað Føroya fólki frá okkara valskrá, ið inniheldur hesi høvuðsmál:

 

- At tryggja vælferðina

- At tryggja búskapin

- At fremja altjóðagerðina

- At menna Ríkisfelagsskapin

 

Fyri okkum í Sambandsflokkinum er tað týdningarmikið, at Ríkisfelagsskapurin anno 2019 er ein nýmótans javnbjóðis felagsskapur ímillum 3 javnbjóðis lond, ið hava valt, at verða í einum felagsskapi, og sum so skulu hava javnbjóðis ágóðar og ábyrgdir.

 

Tað er natúrligt, at í felagsskapinum fáa londini ymiskt burturúr. Júst nú eru grønlendingar og danir við at fremja stórar infrastrukturellar útbyggingar í Grønlandi, tí hetta er neyðugt fyri at fremja menningina av Grønlandi. Útbyggingarnar av flogvallunum í Nuuk og Illulisat eru góð dømi um, hvussu felagsskapurin skal nýtast.

 

Hetta var tó ikki uttan svørslag, tí Naleraq, ið er bróðurflokkurin hjá Tjóðveldi í Grønlandi, fór úr stjórnini, tí teir mettu, at møguleikarnir fyri einum komandi fullveldi skerdust av, at Danmark gjørdist sameigari av flogvallunum.

 

Hetta minnir ikki sørt um hugburðin hjá Tjóðveldi her heima, bæði hvat viðvíkur fyrispurninginum frá Novo Nordisk og frá fyrispurninginum frá Amalienborg, viðvíkjandi lista prýðanini av H-bygninginum. Hetta var, eftir mínum, tykki smámanna politikkur og óvirðiligur av einum framkomnum frælsum modernaðum landi.

 

Hvat londini, hvør í sínum lagið fáa burturúr felagsskapinum, vil altíð verða eitt kjakevni og í sær sjálvum sekundert. Tað týdningarmiklasta er, um londini vilja hetta samstarvið og eru nøgd við úrslitini og møguleikarnar, ið samstarvi gevur.

 

Her heima mugu vit beina fortreytirnar hjá loysingarvonginum í jørðina.

 

Føroyar og Grønland eru ikki tvey undirkúgað, niðurbundin, trælkaði, kolonialiseraði 2. klassal lond, ið eru undirløgd eitt danskt diktatur.

 

Vit eru ein javnbjóðis partur, í og við, at vit til eina og hvørja tíð kunnu taka loysingina. Tað stendur eina og aleina upp til Føroya fólk.

 

Tessvegna eru við fullkomiliga fræls; einasta fortreytin fyri ófrælsi er, at tú ikki hevur møguleikan at velja. Men tað hava vit føroyingar.

 

So come on, haldið uppat við hasum undirbrotligu uppáhaldunum. Komið upp á eitt virðiligt støði við kjakinum, so vit kunnu taka tykkum í álvara.

 

Sambandsflokkurin hevur eina dynamiska tilgongd til Ríkisfelagsskapin og møguleikarnar í honum. Vit kenna okkum sum at vit eru Primus Inter Pares ella “fyrstir ímillum líkamenn”.

 

Og hví skulu vit ikki tað? Hava vit nakað at skammast av? Nei als ikki, vit eru stolt og errin av at búgva í heimsins besta og frælsasta landi, sum nógv misunna okkum.

 

Erhard Joensen

valevni fyri Sambandsflokkin til Fólkatingið


RN


Back