Sunneva Simonsen Ludvig stillar upp fyri Sambandsflokkin

25. mai 2019


Eitt nýtt kvinnuligt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið


Sunneva Simonsen Ludvig er fødd í Klaksvík 12. juli í 1973. Hon er uppvaksin í Hvannasundi og hevur búð í Íslandi, Danmark og Grønlandi. Er gift við Rúna og saman eiga tey 4 børn.

 

Sunneva er útbúgvin á Handilsskúla og innan skrivstovu, innan almenna fyrisiting á "Told og Skat" Esbjerg, leiðslu í verki AÚ og vinnubúskap AÚ, umframt ymisk bókhaldsskeiðir.

 

Sunneva byrjaði í starvi sum kokkur í sambýlinum í Bøgøtu í Klaksvík í desember 2018. Hevur fyri tað mesta arbeitt innan almenna fyrisiting síðan hon bleiv útlærd í 2000 hjá Esbjerg Kommunu, Hvannasunds- og Viðareiðis Kommunu. Hevur eisini arbeitt nakrar mánaðir  á Artic Prime í Qaqortoq (Julianehåb) í Grønlandi og á grannskoðanarfyritøku í Klaksvík.

 

Nevndir og álitisstørv: kassameistari í NHR, nývald í nevndina í Norðoya Sambandsfelag sum kassameistari. Hevur sitið sum forkvinna í skúlastýrinum í skúlanum á Fossanesi, 2013-2016.

 

Sunneva hevur í longri tíð havt áhuga fyri politikki og við hennara royndum og innliti, hevur hon nógv at bjóða Sambandsflokkinum og stendur inni fyri Ríkisfelagsskapinum, so vit framhaldandi kunna bjóða fólkinum í Føroyum tær bestu vælferðartænasturnar.

 

Nøkur av hennara hjartamálum til fólkatingsvalið:

 

- Varðveita og styrkja Ríkisfelagsskapin

- Nútímansgera Ríkisfelagsskapin

- Tryggur búskapur at fíggja okkara vælferðartænastur, herundir prístalsregulera ríkisveitingina

- Viðgerðartrygd til allar føroyingar

- Betra møguleikarnar fyri okkara ungu lesandi uttanlanda

 

Sambandsflokkurin


RN


Back