
Erhard Joensen stillar upp fyri Sambandsflokkin
26. mai 2019
Erhard Joensen stillar upp fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið
Erhard Joensen er føddur í Havn 6. juli 1965. Foreldrini eru Henning og Lena Joensen. Hann flutti suður til Vágs í 1968, har hann búleikast enn.
Giftur við Harriet Gleðisheygg av Nesi og hava tey 4 børn - Henning, ið er 29, Steintóru, ið er 28, Helgu, ið er 27 og Malenu, ið er 17 ár.
Studentsprógv í 1984 frá Høng Gymnasium. Fór í bankalæru í 1985 í Fossbankanum. Arbeiddi eitt stutt tíðarskeið í Sjóvinnubankanum eftir, at hann var útlærdur í 1988.
Fór síðan í málaralæru hjá pápi sínum í 1988 og útlærdur í 1992.
Í 1990 keyptu hann saman við øðrum eitt alifelag, sum teir høvdu til 1999, tá teir seldu tað til eitt samtak av norskum og føroyskum interessum. Keyptu felagið aftur í 2003 og nevndi tað Faroe Farming, har hann varð stjóri frá 2003 til 2012
Bleiv stjóri í Danish Salmon í 2014 og til 2017. Danish Salmon er fyrsta alifelag í heiminum, sum hevur fingið lønsemi í aling av laksi á landi í resirkuleraðum sjógvi.
Eigur og rekur nú egna forrætning í Vági og eigur og rekur eitt íløgufelag, sum í høvuðsheitum eigur í øðrum feløgum.
Erhard situr í Vágs Býráð, umboðandi Sambandsflokkin
Hann hevur stóran áhuga fyri politikki og hansara seráhugamál eru:
- Heilsupolitikkur
- Vinnupolitikkur
- Marknaðaratgongd
- Útbúgving og Gransking
Og í serdeilisheit at troyta teir møguleikar, ið liggja í Ríkisfelagsskapinum og altíð at hava ein dynamiskan felagsskap, har øll 3 londini samstarva á jøvnum føti.
Sambandsflokkurin
RN
Back