Johan stillar upp fyri Sambandsflokkin

26. mai 2019


Enn eitt kent politiskt andlit, Johan Dahl fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum, hevur valt aftur at stilla upp fyri Sambandsflokkin til komandi fólkatingsval


Johan Dahl er 59 ára gamal. Giftur Lindu Herdalur - og hevur 4 børn og 3 abbabørn.

 

Upprunaliga er Johan útbúgvin bankamaður og hevur í mong ár havt leiðandi størv i vinnnulívinum, bæði heima og uttanlands.

 

Seinastu árini hevur Johan starvast uttanlands fyri kinversku samskiftis- og tøknifyritøkuna Huawei.

 

Johan  hevur í tíðarskeiðnum 2002-2015 umboðað Sambandsflokkin, bæði í løgtinginum og í landsstýrinum, sum landsstýrismaður við vinnumálum, og virkaði eisini eitt skifti í 2011 í minnilutasamgongu, sum landsstýrismaður bæði i vinnu -og fiskivinnumálum.

 

Johan var ein sera aktivur og handlikraftigur politikari, sum gjøgnum árini framdi nógv góð politiskt átøk, sum eftirtíðin eisini hevur víst vóru røtt.

 

Nevnast kunnu úr rúgvuni:

 

- Stovnan av Visit Faroe Islands sum alment P/F og fekk gjørt nýggja ferðavinnustrategi

- Útbygging av Vága Floghavn

- Stórar tillagingar i alilógini og avmarkingar fyri útlendskum ánaraskapi

- Munandi betring av  ALS, arbeiðsloysisskipanini, við at broyta bæði útgjaldsloft og tíðarskeið, so fólk ikki fluttu av landinum aftur

- Framdi  tilfeingisgjaldið á fiskivinnuna og royndi fyrstu uppboðssøluna í 2011

- Tryggjaði keyp av 2 nýggjum Augusta Westland tyrlum til SAR og fólkaflutning

- Atlantic Airways aftur til ogn Føroya fólks

- Við til at bjarga Norrønu frá at fara av landinum og harvið tryggaði farleiðina

- Bøtti munandi um smærru sjófarleiðirnar og fekk Rituna at sigla til Svínoyar og Fugloyar, umframt nýggjan Sildbera til Skúvoyar

- Gjørdi Vakstrarætlan og átøk fyri vinnuna, tá figgjarkreppan herjaði

- Gjørdi Heildarætlan fyri fólkatilflyting

 

Johan sigur um orsøkina til, at hann hevur valt at stilla upp til fólkatingsvalið:

 

“Eg havi altíð havt stóran áhuga í vinnu- og samfelagsviðurskiftum sum heild og vil vera við til at seta fingramerki á at menna Føroyar og gera tað til eitt gott samfelag fyri øll. Og tað haldi eg vit gera best við framhaldandi at verða í Ríkisfelagsskapinum - hesin felagsskapur gevur okkum sum land og fólk góðar karmar at liva, trívast og mennast.

 

Við minum drúgvu royndum, bæði politiskt og vinnuligt og altjóða sambondum, vil eg verða eitt gott umboð fyri Sambandsflokkin og Føroyar á Fólkatingi.

 

Eg vil til eina hvørja tíð virka fyri at verja Føroyar og føroysk áhugamál og tryggja føringum bestu sømdir og viðvirka til eitt gott og mennandi samstarv landanna millum.”

 

Sambandsflokkurin


RN


Back