Bárður bjóðar seg fram

29. mai 2019


Hetta er fyrsta fólkatingsvalið, sum formaðurin, Bárður á Steig Nielsen, fær roynt seg sum fólkatingsvalevni fyri Sambandsflokkin


Formaðurin í Sambandsflokkinum stillar upp til fólkatingsvalið og verður ein av spísskandidatunum hjá Sambandsflokkinum.

 

Bárður á Steig Nielsen er føddur 16. apríl 1972 og uppvaksin í Vestmanna.

 

Hann er útbúgvin sum grannskoðari og hevur harumframt verið politiskt virkin, og fyri tað mesta arbeitt sum fíggjarstjóri í miðalstórum fyritøkum við nógvum altjóða samstarvi.

 

Hann hevur havt nógv ymisk álitisstørv, eitt nú valdur í Løgtingið 2002-2008 og 2011-. Formaður fyri Løgtingsgrannskoðararnar og limir í Rættarnevndini 2002-2004.

 

Eftir løgtingsvalið 29. oktober 2011 valdur sum formaður í Fíggjarnevndini og limur í Uttanlandsnevndini.

 

Landsstýrismaður í fíggjarmálum 2004-2007.

 

Bárður á Steig Nielsen gjørdist formaður í Sambandsflokkinum 24. oktober 2015.

 

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum fult tekur undir við Ríkisfelagsskapinum, og Bárður heldur, at vit skulu síggja Ríkisfelagsskapin sum ein møguleika, ið verdur er at varðveita til at tryggja Føroyum og føroyingum góðar og smidligar skipanir landanna millum og sum eina lopfjøl út í heim.

 

Vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi, og hetta er vert at varðveita og menna.

 

Tí bjóðar Bárður seg fram at umboða Føroyar á Fólkatingi.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back