Onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt

3. juni 2019



Góði sambandsveljari

 

Nú stundar til fólkatingsvalið - og vit eru aftur klár og vóna at fáa tín stuðul.

 

Vit mugu hava í huga, at valið einans verður vunnið um tit fara á val og velja Sambandsflokkin, ella eitt valevni floksins.

 

Nógv órógv, veljarakanningar, ymsar gitingar og annað eru vanligar tætt uppundir valið.

 

Hesaferð er einki undantak.

 

Latið tykkum ikki ávirka av slíkum, haldið fast, tí kanningar og metingar eru jú bara gitingar.

 

Gloymið ikki, at upp undir fólkatingsvalið í 2015 stóð Sambandsflokkurin seg best í veljarakanningunum, men tá avtornaði manglaðu vit bert fáar atkvøður.

 

Hetta má ikki henda aftur.

 

Tað er av stórum týdningi, at vit standa saman um flokkin og tryggja okkum umboðan aftur á Fólkatingi. Eingin sambandsveljari má sita heima ella læna sína atkvøðu til annan flokk orsaka av tí, ið kanningarnar og gitingarnar siga.

 

Hugsið um hetta, tá ið krossurin skal setast.

 

“Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparlit støðufesti, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar.”

 

Vit vita, at búskaparligt skil, tryggleiki, vælferð og Sambandsflokkurin hoyra saman.

 

Vel tí Sambandsflokkin uttan himpr valdagin, 5. juni.

 

Við sambandskvøðu

Edmund Joensen


RN


Back