Vel møguleikarnar

5. juni 2019



Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið heilhjartaður gongur inn fyri Ríkisfelagsskapinum, aðrir flokkar vilja antin taka okkum úr felagsskapinum ella tøma hann fyri innihald.

 

Vit síggja møguleikar, heldur enn forðingar í felagsskapinum. Vit hava hópin av møguleikum innan útbúgving, arbeiði, bústaðarmøguleikar.

 

Tað er tá Sambandsflokkurin hevur umboðanina at verulig úrslit fáast, ið merkjast inn í hvørt heim í Føroyum, við lægri rentum og gevur hvørjum einstøkum føroyingi hópin av møguleikum, her heima og víða út í heim.

 

Eisini vinnan fær ágóðan við vinnuframaskipanum í ríkinum, eitt nú til fígging, menning og atgongd til sendistovur kring allan heim.

 

Vel eitt sambandsumboð at tryggja tínar møguleikar - Vit eru heimsins frælsasta fólk, í heimsins besta landi

 

Bárður Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back