Barnaheimið byggjast í Sandoynni

15. juni 2019



Nú frættist frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, at hon hevur lagt kongin í málinum um nýtt barnaheim - betri var at landsstýrið alt kom til somu niðurstøðu.

 

Alt Føroya fólk bíðar eftir, at Aksel skal koma til fornuft og skriva út val.

 

Men tá tað ræður um barnaheimið er helst lítið at fara skeivur í, at hetta er rætta avgerðin, sum landsstýriskvinnan er komin til. At fara at byggja nú og játta eina rúgvu av pengum í óðum verki beint undan valinum, kann bara enda galið.

 

Nú tá ið málið um barnaheimið fyribils er skotið til horna, ber til at fáa málið aftur á beint.

 

Tað mátti ikki verið neyðugt at trunka enn ein almennan bygning niður í Havn.

 

Upplagdið møguleikin er at byggja nýggja barnaheimið í Sandoynni.

 

Bygningurin er ikki liðugt projekteraður enn og tí verður hann neyvan liðugur áðrenn nýggi Sandoyartunnilin er liðugur, og tá mann fara at verða líka skjótt hjá nógvum at koyra í Sandoynna, sum tað verður at koyra gjøgnum allan ferðsluruðuleikan í Havn, sum bara stendur við og versnar.

 

Ført hevur verið fram, at Barnaheimið hevur tørv á tænastum, sum frammanundan eru í Havn, men við økjandi ferðsluni í Havn mann vera lítið at taka seg aftur í, at tað verður líka skjótt at koyra úr Havnini og suður til Sands, sum tað verður at koyra av Argjum niðan í Hoyvík.

 

Enn ein einføld loysn, sum er skjót at seta í verk.

 

Vónandi legur Aksel eisini kongin, so vit í Sambandsflokkinum sleppa til verka at loysa hetta málið og øll hini, sum liggja á láni.

 

Johan Dahl


RN


Back