Saman við dønum og pensjónsuppspararum minka vit skuldina

20. juni 2019



”Saman minka vit skuld landsins,” skrivar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, nú eitt lán fall til gjaldingar.

 

Í Tjóðveldinum eru tey farin at brúka nógv orðið ”saman”. ”Saman fremja vit loysingina”, ”Saman hetta...” og ”Saman hatta...”

 

Hetta reisir alt spurningin: Saman við hvørjum? Hvørjum er tað vit minka almennu skuldina saman við?

 

Avlopið ger tað møguligt

Landsstýriskvinnan sigur sjálv, at landskassin hevur havt tilsamans eina milliard í avlopið tey fyrstu 3 árini av hesum valskeiðnum, og tað eru hesir pengarnir sum gera tað møguligt at rinda 800 mió. krónur av láninum aftur. Men hvaðani kemur so hetta avlopið?

 

Forskattingin av pensjónum (sum Kristinu Háfoss ikki vil vita av, tí hon sigur at hon er ”lán frá okkara eftirkomarum”) gevur landskassanum einar 300 mió. krónur um árið, og ríkisveitingin úr Danmark, sum Kristina Háfoss heldur ikki vil vita av, gevur 650 mió. krónur um árið.

 

Uttan hetta var einki avlop

Við øllum hesum (tríggjar ferðir 650 + 300 milliónunum) á inntøkusíðuni er avlopið hesi trý árini 1 milliard tilsamans. Tað merkir, at uttan ríkisveiting og forskattaðar pensjónir, hevði landskassin ikki havt 1 milliard í avlopi, men knappar 2 milliardir í halli – og so hevði ikki verið møguligt at goldið nakra skuld.

 

So tá sagt verður, at ”saman minka vit skuld landskassans”, so skal tað uttan iva skiljast soleiðis, at tað er saman við dønum og pensjónsuppspararum, at landsstýrið rindar skuldina – og faktis eru tað hini, sum rinda alt.

 

Helgi Abrahamsen

 


RN


Back