Vit kunnu ikki ræna egna íløgu frá einum pensjónisti

11. juli 2019



Beint eftir at sitandi samgonga kom til valdið, varð avgjørt at pensjónistarnir skuldu gjalda sín part av loysingini. Í 2015 lækkaði samgongan grundupphæddina hjá øllum pensjóninstum í landinum við 580 kr. Hetta var gjørt, hóast at Landsfelag Pensjónista mótmælti at lækka grundupphæddina. Samlaða sparingin hjá landskassanum fyri hetta valskeiðið liggur áleið 233,7 mió. kr.

 

Ynskið við grundupphæddini hevur altíð verið ein útjavnan av vælferðini, tí er tað óskiljandi at samgongan ikki kundi unnað pensjónistum hesa veiting.

 

Harumframt blivu pensjónistar deildir í tveir bólkar. Tey sum eru fødd áðrenn 1953, og tey sum eru eftir 1953. Hjá øllum teimum sum verða 67 ár í 2020 og frameftir, verða mótroknað fyrst av grundupphæddini.

 

Sum eitt rættarsamfelag kunnu vit ikki liva við, at øll ikki vera viðgjørd eins. Vit eiga at fáa eina skipan, sum viðgerð allar fólkapensjónistar omanfyri 67 ár á sama hátt. Hetta varð óivað gjørt fyri at fáa hetta lættari at svølgja hjá verandi pensjónistum, men sum samfelag eiga vit ikki at liva við hesum muninum, og eiga tí at fáa hetta rættað sum skjótast. Tað er í veruleikanum teirra egna uppsparing, sum vit halda fyri turra spott – tey sum hava borið landinum undan okkum.

 

Jaspur Langgaard

valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back