Alneyðugt við góðum ítróttarumstøðum

18. juli 2019


Gomlu grikkar vistu hvønn týdning ítróttin hevði. Frá teimum kenna vit hugtakið: “Ein sunn sál í einum sunnum likami”


Tað hava vit sum ongantíð fyrr fyri neyðini at minna okkum á í dagsins samfelag, har bæði ung og vaksin røra seg ov lítið.

 

Vælvildin frá vinnuni prógvar virði, ið ítróttin hevur millum manna.

 

Tvær vikur eru farnar, síðani Portal.fo legði upp til at stuðla HSF, so at okkara landslið kundi melda til HM-undankappingina, og peningur, ein heil millión er longu játtað frá privatum.

 

Hetta ber boð um, at HSF ger tey røttu tingini og úrslitini prógva, at menningarætlanin hjá HSF, ið bleiv løgd fyri nøkrum árum síðani, longu ber frukt.

 

At ítróttin hevur alstóran týdning fyri menningina av hvørjum einstøkum menniskja, bæði likamliga og sosialt er ongin ivi um, og hetta fær størri og størri týdning við tøkniligu samfelagsmenningini, har fólk røra seg minni enn nakrantíð og sosiala samveran er yvirtikin av tøknini.

 

Tað privata sær virðini í hesum og er við til at stuðla, so vit fáa enn fleiri góðar upplivingar og enn fleiri at íðka. Hetta kann ikki annað enn stuðla undir eitt enn sunnari og betri samfelag at liva í.

 

Framtíðin

Hesaferð lukkaðist at tryggja framhaldandi landsliðsarbeiði við privatum stuðlum.

 

Enn skulu tøk takast fyri at fáa nøktandi umstøður. Her má tað almenna saman við privatum seta sær fyri, at vit fáa eina multihøll, ið kann hýsa okkara landsliðum í flest øllum ítróttargreinum, so vit kunnu fáa enn fleiri altjóða kappingar í Føroyum, har vit saman heiðra okkara landsliðum og einstaklingum, tá sigurin er í hús.

 

Umframt, at ein slík multihøll kann brúkast til ítróttartiltøk, so kann hon eisini brúkast til altjóða ráðstevnur, konsertir o.a.

 

Hjartaliga tillukku, og takk til Portal.fo, stuðlarnar og HSF fyri at gera hetta møguligt.

 

Bárður Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back