Meifríð Weihe Hansen stillar upp fyri Sambandsflokkin

24. juli 2019


Enn eitt kvinnuligt valevnið stillar upp fyri fyrstu ferð til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin


Meifríð Weihe Hansen er 41 ára gomul og er úr Havn. Hon er gift við Mahendran Subramaniam.

 

Í løtuni er Meifríð sjúrkrarøktarfrøðilesandi, men er eisini útbúgvin heilsurøktari við autorisatión. Hon hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan eldraøkið, nevndararbeiði, undirvísari o.a.

 

Sum barn hoyrdi Meifríð eitt sindur betri, men í dag er hon sera tunghoyrd. Hon megnar at samskifta við at tosa talimálið sjálv, tí hon minnist sum barn, hvussu hon plagdi at tosa. Tó, í dag er hon deyv og má hava teknmálstulk at tulka talimálið til teknmál, fyri at skilja talumálið, sum hon ikki hoyrir so væl í dag.

 

Seinastu árini hevur Meifríð haft stóran áhuga fyri sosialpolitikki. Politikkur hevur annars fylgt nógv í hennara lívi og brennir hon m.a. fyri:

 

- Teksta og teknmálstulka sjónvarpssendingar

- Skúlaøkinum

- Fosturbørn og fosturforeldur

- Heilsuøkinum

- Sosiala økinum

- Eldraøkinum

- Arbeiðsplássum

- Útbyggja og viðlíkahalda samferðslukervið, vegir, tunlar, brýr, ferjur og skip

- Menna fiskivinnuna, alivinnuna og ferðavinnuna

 

Hon vil, at Føroyar eru ein tjóð og eru partur av Ríkisfelagsskapinum.

 

Eisini vil hon, at Sambandsflokkurin fer at fremja í verki síni politisku mál, um flokkurin fær politiskt vald, og ikki bara geva lyfti ella siga við orðum, hvat skal gerast - politisk mál, sum hava stóran týdning fyri samfelagið og einstaka føroyingin.

 

Tí hetta samfelagið má vísa framstig á øllum økjum, sum hava verið forsømd eitt langt tíðarskeið.

 

Meifríð heitir á øll í Føroyum, um at velja Sambandsflokkin til løgtingsvalið - hetta er ein flokkur, sum vil arbeiða við framburði og trivnaði í samfelagnum.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back