Neyðugt við strategiskari kós fyri Fróðskaparsetrið

24. juli 2019



Fróðskaparsetrið er ein vitanarbanki og vitanin eigur at berast út aftur í samfelagið og vera við til at skapa menning og búskaparligan vøkstur. 

 

Fróðskaparsetrið hevur fingið nýggjan skotskan rektara. Við avgerðini at seta ein viðurkendan og royndan útlendskan granskara kann sigast, at Setrið gongur nýggjar leiðir. Vónandi gongst honum væl í nýggja starvinum.

 

Eins og øll onnur framkomin lond hevur føroyska samfelagið brúk fyri einum sterkum universiteti, ið kann virka sum ein drívmegi í samfelagsmenningini.

 

Eitt universitet kann sigast at vera ein vitanarbanki, t.e. eitt stað har vitan verður savnað, og eitt stað har nýggj vitan verður skapt við gransking. Hetta er kjarnan í virkseminum á einum universiteti. Men uppgávan hjá universitetinum er harumframt at geva hesa vitan víðari til samfelagið gjøgnum kunning - og serliga við at bjóða fram hægri útbúgvingar.

 

Gransking er týdningarmikil partur av undirvísingarvirkseminum á einum universiteti, tí skal man hava góðar universitetsútbúgvingar, so má man eisini hava atknýtta gransking, sum er góð fyri tær útbúgvingar, sum verða bodnar út.

 

Eisini eigur man partvíst at samskipa gransking á universitetinum við vinnuna, so hendan kann koma samfelagnum og vinnuni til góðar - hetta eigur at raðfestast hægri. Her kundi man hugsa inn eina granskingarpulju av pengum at brúka, oyramerktar til granskingarætlanir, t.d. ein 50/50 skipan, har vinnan rindaði inn móti at fáa skattafrádrátt.

 

Í nútímans samfelagnum hava universitet eisini fingið nógv størri leiklut í beinleiðis at vera við til at skapa búskaparligan vøkstur.

 

Fróðskaparsetur Føroya er eitt sera lítið universitet, men týdningurin av at hava eitt vælvirkandi universitet í Føroyum er ikki minni av tí orsøk. Hinvegin mugu vit vera neyv við at finna fram til, hvørjar granskingar og hvørjar útbúgvingar vit ynskja at bjóða út.

 

Útgangsstøðið fyri hesum er at síggja føroyska samfelagið sum eitt smátjóðarsamfelag, við teimum avbjóðingum og tørvi harav fylgja. Vit skulu hava og styrkja gransking innan øki, har vit sum ein smátjóð hava serligar avbjóðingar, fyri uttan klassisk fakøki, sum søgu og føroyskt mál sjálvandi.

 

Økta altjóðagerðin hevur við sær, at granskingar- og útbúgvingarsamstarv eru skipaði eftir altjóða leisti og avtalum. Velur man at standa uttanfyri hesar skipanir, hevur man hvørki rættindi ella kann seta krøv. Sjálvandi skulu vit vera við, tí talan er ikki um eina útreiðslu, men um eina íløgu í framtíðina. Skipast má ein serlig skrivstova, sum tekur sær av og tryggjar hesa tilgongdina.

 

Aðalmálini í komandi samgongu og næstu árini er at tryggja, at miðvíst verður arbeitt við:

 

- At løgd verður ein útbúgvingar- og granskingarstrategi fyri Fróðskaparsetrið, sum byggir á avtalu millum Setrið og politisku skipanina

 

- At Fróðskaparsetrið hevur implementerað Bologna-skipanina, soleiðis at okkara útbúgvingar til fulnar fylgja tí leisti, sum fyrisettar eru í Bologna-sáttmálanum

 

- At  allar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum eru akredditeraðar, soleiðis at Setrið hevur ein fult gjøgnumskygdað skipan fyri, at tað livir upp til altjóða støðið fyri tilrættalegging av granskingargrundaðum útbúgvingum

 

- At Setrið er partur av European Higher Education Area. Tað er umráðandi at vera við her, tí hetta er sum at vera í elituni - um man so má siga, Champions League. At vera í EHEA merkir, at man lýkur kriter´ini í Bologna sáttmálanum og at akkreditteringsskipanin er up to date. Er Setrið ikki partur av hesari skipan, so er man í einari lægri rating saman við samfeløgum, sum ikki megna krøvini 

 

Harafturat eigur Setrið at granska innan fiskivinnu og alivinnu ella aðrari viðkomandi vinnu, sum t.d. ferðavinnu og upplivingarbúskap.

 

Vit eiga at tryggja okkum, at útboðið av útbúgvingum til arbeiðsmarknaðin komandi 10-20 árini er so gott sum gjørligt í tráð við tað, sum samfelagið og vinnan eftirspyr.

 

Neyðugt verður við einari strategiskari kós fyri Setrið við tí endamáli at skapa mest møguliga virðisøking fyri samfelag og vinnu.

 

Johan Dahl

valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back