No-nonsens og góða Ólavsøku

24. juli 2019



Tað er hugstoytandi, nú enn ein javnaðarpolitikari skrivar um, hvat hinir flokkarnir vilja ella ikki vilja fremja eftir komandi val, hóast tað er vælkent og troyttandi fyribrigdi millum desperatar livibreyðspolitikarar.

 

Í mínum hugaheimi er slíkur retorikkur vanvirðing av veljarans viti og skili, tí sjálvandi duga tey flestu at gjøgnumskoða, at nakrir politikarar niðurgera síni mótstøðufólk í vónini um sjálvi at vaksa í veljarans eygum. 

 

Sum uppstillaður fyri Sambandsflokkin tørvar mær ikki onnur, at greiða frá, hvat mín flokkur ætlar at fremja ella ikki, tá vit koma í samgongu. Tað klára vit sjálvi við okkara no-nonsens framferðarhátti - eitt tilvitað val í virðing fyri borgaranum, sum tryggjar gjøgnumskygni.

 

Eg ætli at hava fokus á:

 

- Skjóta viðgerð, tá sjúka rakar
soleiðis at allir føroyingar fáa viðgerð innan 30 dagar. Hetta skal gerast við at uppraðfesta føroyska heilsuverkið, og har fakligheitin ikki er tøk at tryggja, at føroyingar verða fevndir av donsku viðgerðartrygdini og harvið fáa sama tilboð sum aðrir norðurlendingar

 

Øll vita vit, at tá sjúka rakar, er neyðugt við einum vælvirkandi heilsuverki. Í útlondum verdur fakligheitin samlað á størri sokallaðum supersjúkrahúsum, tí jú fleiri høvd at meta um, jú betur gerst viðgerðin til sjúklingin.

 

Uml. 100 føroyingar lesa í løtuni til lækna, og mín vón er at hesi koma at hava teirra gerandisdag bæði í Føroyum, men samstundis eisini á størri sjúkrahúsum uttanlands, har tey fáa lærdóm og kontaktir at nýta í heilsuverkinum hjá okkum. Fyri at tað skal bera til, er týðandi, at arbeiðsmegi kann floyma lætt millum Føroyar og umheimin, eitt nú ES lond.  

 

Vit eru tí noydd at hugsa ótraditionelt, um vit føroyingar skulu hava sama viðgerðarstøði sum aðrir norðurlendingar. Tí gerst eisini neyðugt við eini P-tals skipan, sum veitir okkara sjúklingum lættari og tryggari atgongd í danska heilsuverkinum og okkara starvsfólkum lættari atgongd til arbeiði í ES.

 

Røddir eru javnan frammi, sum royna at ræða føroysku tjóðskaparkensluna við, at alt útlendskt og serliga danskt er av tí ónda. Men veruleikin er, at tjóðarsamleiki føroyinga situr ikki í eini talskipan, men í okkara sterku mentan, hóast vit eru partur av bæði danska statinum og dagliga vera yvirfloymd við mentanarligari globalisering úr útheimi.

 

Vit hava langt síðani prógvað, at vit megna at halda fast í okkara egnu stoltu virðum. Til dømis er neyvan nakar givin at eta føroyskan mat, hóast Burger King er veruleiki í Føroyum. Í Kringvarpinum hoyra vit dagliga føroyskan tónleik, hóast nokk av útlendskum er at velja í, og á hvørjum ári koma eitt ótal av føroyskum bókum út á egnum máli.

Føroyski búnin á Ólavsøku ber eisini boð um, at okkara ungu, sum dagliga eru partur av danska/altjóða samfelagnum undir lesnaði uttanlands, framvegis hava tørv á at koma heim og dyrka sína tjóðskaparkenslu.

At kunna skifta í millum at verda eitt globalisera menniskja í altjóða umhvørvi og samstundis stoltur føroyingur í Føroyum er ein gáva vit eiga at virða, heldur enn niðurgera alt útlendskt í tjóðskaparkenslunnar navni.

 
Vit eru hóast alt farin inn í eina nýggja øld fyri skjótt 20 árum síðani. At byggja land verdur í dag framt í felagsskapi við onnur lond.

 

Góða Ólavsøku!

 

Ingi Mittún

næstformaður í Føroya Væl, Sambandsflokkurin


RN


Back