Magnus stillar upp fyri Sambandsflokkin

30. juli 2019


Eitt kent andlit í føroyskum politikki stillar upp aftur fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið


Magnus Rasmussen varð valdur fyrstu ferð á løgtingsvalinum 1. september 2015. Tá hevði hann sitið sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu í sjey ár og legði tá borgarstjórasessin frá sær og stillaði ikki upp aftur á kommunuvalinum árið eftir.

 

Magnus sigur, at hesi fyrstu árini á Løgtingi hava verið áhugaverd og lærurík fyri hann og hava gjørt tað, at hann hevur størri áhuga  fyri politiskum arbeiði nú enn nakrantíð áður. Magnus hevur tí hug at halda fram, væl at merkja, um veljarin ynskir tað.

 

Magnus trívist væl í tingarbeiðinum. Hetta skeiðið hevur hann verið næstformaður í Rættarnevndini, næstformaður og seinni formaður í Landsstýrismálanevndini. Eisini hevur Magnus verið ein av løgtingsgrannskoðarunum.

 

Endamálið hjá Magnusi at stilla upp og við vón um at vinna tingsessin aftur er púra greitt. Hann ynskir at vera við til - á Føroya Løgtingi - at gera sína ávirkan galdandi og virka fyri, at Føroyar skulu verða eitt enn betri samfelag, har øll fólk trívast, mennast og fáa avbjóðingar.

 

Í strembanini eftir hesum, so er umráðandi at síggja alt tað føroyska samfelagið  sum samansett og livandi,  har øll skulu hava tað gott, tí annars trívast vit ikki. Politiska uppgávan er og verður áhaldandi at arbeiða fyri hesum endamáli.

 

Magnus hevur áhuga fyri øllum samfelagsøkjum, men skal hann taka trý øki burturúr, sum fokus skal setast á, so eru tað:

 

Vinna

Vinnan ber tað føroyska samfelagið. Neyðugt er, at øll vinnan hevur greiðar og tryggar umstøður at arbeiða undir og ikki minst, at vinnan er kappingarfør við kappingarneytarnar í útlondum

 

Samfelagsbúskapur

Neyðugt er, at búskapar- og fíggjarviðurskiftini eru stabil. Raksturin eigur at stýrast neyvt og skuld gjaldast niður. Eydnast hetta, so eru góðir møguleikar at gera nógvar neyðugar íløgur, sum vit hava brúk er fyri

 

Vælferð

Almanna-, heilsu- og undirvísingarmál eru stór og týdningarmikil mál og skulu raðfestast høgt. Vit skulu - við skilagóðum ætlanum og raðfestingum - koma langt fram á leið á hesum økjum

 

Sambandsflokkurin


RN


Back