Rætturin hjá barninum til BÆÐI foreldur

2. august 2019



Dagliga verður nógv tosað um javnstøðu millum kynini.

 

Og sjálvandi skal tað eisini vera javnstøða, men á einum øki valdar ikki serliga nógv javnstøða - og tað er, tá ið talan er um foreldramyndugleika millum ógift, ella tá ið persónar við felags foreldramyndugleika fara úr samlívinum.

 

Føroysk lóggáva er soleiðis, at tað næstan altíð er mamman, sum fær foreldramyndugleikan einsamøll.

 

Hvat er foreldramyndugleiki?

At hava foreldramyndugleika yvir einum barni merkir í stuttum, at foreldrini hava umsorganar- og uppihaldsskylduna mótvegis barninum, og at foreldrini kunnu taka avgerðir viðvíkjandi persónligu viðurskiftunum hjá barninum í samsvari við áhugamál og tørvin hjá barninum.

 

Tann, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barninum, avgerð tí, hvar barnið skal búgva, ganga í skúla, hvørja átrúnaðarliga uppaling barnið skal fáa o.a., ið hevur týdning fyri barnið. Alt hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini.

 

Hóast Føroyar hava yvirtikið familjurættin, hevur sitandi landsstýrið einki gjørt fyri at beina burtur tann ógvusliga og fullkomiliga óskiljandi mismunin, sum ógiftir pápar eru fyri í mun til mammurnar. Tí um mamman ikki hevur givið ógifta pápanum lut í foreldramyndugleikanum, hevur hon foreldramyndugleikan einsamøll.

 

Grundleggjandi munir millum støðuna í Føroyum og Danmark

Í Danmark er støðan tann, at um foreldur hava undirskrivað eina sokallaða ábyrgdar- og umsorganarváttan í sambandi við føðing barnsins, hava tey felags foreldramyndugleika.

 

Um felags foreldramyndugleikin skal setast úr gildi í Danmark, skulu tað vera so mikið av samstarvstrupulleikum, at orsøk er til at halda, at foreldrini ikki kunnu samstarva um barnsins viðurskifti til frama fyri barnið. Tað er sostatt ikki kynið hjá foreldrunum, sum hevur eitt slag av framíhjárættindi:

 

Den fælles forældremyndighed kan kun ophæves, hvis der er holdepunkter for at antage, at forældrene ikke kan samarbejde om barnets forhold til barnets bedste.”

 

Hetta kemst av, at tað er eitt sokallað løgfrøðiligt prinsipp, at barnið hevur rætt til bæði foreldur, soleiðis sum tað eisini stendur í Barnarættindasáttmálanum hjá ST - og sum Føroyar hava tikið undir við.

 

Í Føroyum er tað bara Føroya Rættur, sum kann taka støðu til spurningin um foreldramyndugleika. Rætturin kann tó ikki døma, at tað skal vera felags foreldramyndugleika yvir barninum. Her er støðan tí grundleggjandi øðrvísi enn í Danmark.

 

Í Føroyum er tað rætturin hjá foreldrunum til barnið - og ikki rætturin hjá barninum til bæði foreldur, sum støðan er í Danmark.

 

Eg fari at virka fyri at tryggja javnstøðu á økinum

Stendur tað upp til mín, so eigur lóggávan á økinum at broytast, soleiðis at tað eru bæði tey ógiftu foreldrini, sum hava foreldramyndugleikan yvir barni teirra, um tey skrivliga vátta, at tey átaka sær ábyrgdar- og umsorganarskylduna yvir barni teirra.

 

Um ósemja verður, eigur tað at vera tann parturin, ið er bestur til at samstarva til frama fyri barnið, ið fær foreldramyndugleikan - uttan nakra kynsdiskriminatión til frama fyri annað kynið!

 

Johan Dahl

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back