Flutningur um Skopunarfjørð

7. august 2019



Vit hava Teistan, sum røkir hesa farleiðina sera væl, við góðari manning, eitt gott skip.

 

Men øll vita, at Teistin ikki fer at megna hetta einsamallur.

 

Tá Vágatunnilin varð gjørdur sigldu tvey skip ‘’pendul’’, og eisini tá Norðoyartunnilin varð gjørdur, vóru tað tvey skip, ið røktu siglingina.

 

Í okkara føri, nú tað er nógv ferð á í Sandoynni, heldur man politiskt at ferðslan um fjørðin kann ganga sum vanligt. Tað er ógjørligt!

 

Virksemið við Sandoyartunlinum gongur við fullari ferð, so longu nú sær man stórar maskinur, betong bilar og lastbilar í stórum talið.

 

Dalstunnilin har er tað sama lagið, arbeiðið er byrjað, tíbetur!

 

Og síðani, arbeiði sum Bakkafrost skal gera í Skálavík. Alt hetta eru vit í Sandoyar sýslu so glað fyri, ein menning, sum vit ikki kunnu verða fyri uttan.

 

Men Sandoyggin hevur eisini eitt vinnulív og um vit ikki fáa ført fisk til flakavirkið í Skopun, so hava vit ein stóran trupulleika.

 

Eisini hava vit Lívfiskastøðina, sum hevur tørv á nógvum flutningi, og ikki at gloyma Grótvirki, og nógvar aðrar fyritøkur í Sandoynni, sum so sanniliga eisini hava tørv á at fáa flutning aftur og framm, og fólk annars, sum skulu við bili um fjørðin í ymiskum ørindum.

 

So mín hjartans meining er, at Løgtingið eigur at vísa Sandoyar sýslu ta virðing, at eitt skip verður sett í sigling afturat, tí tað ganga fýra ár til koyrandi er ígjøgnum Sandoyartunnilin.

 

So ongantíð ov skjótt at skaffa eitt skip, ið kann røkja siglingina um Skopunarfjørð saman við Teistanum.

 

Gerhard Lognberg

valevni fyri Sambandsflokkin


RN


Back