Hvør eigur rættin til lívið?

18. august 2019



Ein løgin spurningur, men tó ofta hoyrdur seinastu árini. Øll hava rætt til lívið, sjálvandi og ikki minst, barnið.

 

Spurningurin er meir hesin, hví tykist tað torført fyri nøkur at liva lívið og at verða partur av, at eitt nýtt lív verður til.

 

Lívið sum mamma, pápi, familja ella einstaklingur, eigur at hava týdning og virði fyri øll. Tað er umráðandi, at samfelagið hevur eyguni eftir, hví t.d. kvinnur hava ynski um at fáa barnið fjernað. Er eitthvørt við samfelagnum ikki nøktandi til, at hesar kvinnur kenna seg so trongdar?

 

Eg gjørdist pápi á ungum árum og minnist væl, at tað vóru tápuligar avbjóðingar vit máttu fara ígjøgnum tá. Tó skal sigast, at vit høvdu familju, sum tók samanum og hjálpti okkum. Øll sleppa ikki so væl. Avbjóðingarnar hjá okkum, vóru oftast pengar og at finna sær bústað! Tað verður ov lítið hjúkla um ungar mammur og pápar á hesum øki.

 

Hetta átti at blivi broytt, soleiðis at um ein genta blívur við barn og hetta ikki er akkurát tað, hon ætlaði beint nú, so blivu tankarnir hjá henni skjótt leiddir inn á, at hetta fari eg at megna, eg fái nøktandi hjálp. Eg havi týdning og hetta er mín ábyrgd. Eg búgvi í einum samfelag, har familjan og barnið verður skattað høgt.

 

Tað er mín dreymur, at Guds góðska á henda hátt skal mynda okkara tjóð, so spurningurin “Hvør hevur rættin til lívið” ikki er aktuellur meira.

 

Hesum vil eg inniliga arbeiða fyri.

 

Sámal Hanni Lognberg

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back