Moody’s - Ríkisfelagsskapurin tryggjar føroyingum lægri rentu

19. august 2019


Stabilitetur og støða Føroya í Ríkisfelagsskapinum hevur enn einaferð gagnað øllum føroyskum bústaðaeigarum og tryggjað privatu og almennu Føroyum lægri rentustøði


Altjóða ratingstovnurin Moody’s, sum á hvørjum ári ger metingar av búskaparligu støðu Føroya, hevur enn einaferð sligið fast, at Ríkisfelagsskapurin og samlaða kredittvirðið hjá ríkinum gevur Føroya landi betri rentu.

 

Tað vil siga, at støða Føroya í Ríkisfelagsskapinum ber í sær, at tú og eg, fyritøkur og landskassin fáa lægri rentu, tá ið lán skulu takast.

 

Hóast hóttanir frá altjóða miðlum um búskaparliga afturgongd komandi árini, hevur Moody’s hækkað ratingina fyri Føroyar, og tað stendur svart upp á hvítt í nýggjastu metingini hjá Moody’s, at:

 

”Ein styrki, sum eisini skal takast við í metingina, er hitt støðuga og søguliga sambandið við Danska Kongaríkið (Aaa, Stable) við greitt ásettum felagsmálum undir Heimastýrislógini frá 1948”.

 

Eisini skrivar Moody’s, at eitt veikari samband millum Føroya og Danmark vil ávirka ratingina negativt.

 

Harvið hevði rentustøðið hækkað, og tað hevði verið dýrari hjá privatfólki, fyritøkum og landskassanum at tikið lán. Um rentan hækkaði 2%, hevði tað fyri eina familju í skyldar 2 mió. kr. viðført eina eykaútreiðslu á kr. 40.000 um árið.

 

Hetta prógvar tað, sum vit í Sambandsflokkinum støðugt greiða frá - nevniliga, at Føroyar gerast eitt munandi dýrari land at liva í, um fullveldiskreftirnar fáa sín politiska vilja. Nevnast skal, at Føroyar frammanundan eru millum dýrastu lond í heiminum.

 

Høvuðsniðurstøðan er: Ríkisfelagsskapurin hevur positiva fíggjarliga ávirkan beinleiðis inn í hvørt heim í Føroyum.

 

Minst til tað á løgtingsvalinum 31. august.

 

Bárður Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back