Viðgerðartrygd til allar føroyingar

19. august 2019



Ert tú sjúkur, skalt tú í viðgerð sum skjótast, tí alt ov ofta hava vit upplivað, at føroyingar bíða ov leingi eftir at koma í viðgerð. Long bíðitíð er ein byrða fyri sjúklingin, fyri familjuna, fyri arbeiðsplássið og fyri samfelagið. 

 

Vit vilja tryggja, at tað ongantíð skulu ganga meira enn 30 dagar, áðrenn sjúklingur er komin í viðgerð. 

 

Føroyingar í Danmark eru longu umfataðir av donsku við­ gerðartrygdini. Hesa skipan vilja vit víðka, so trygdin eisini røkkur til Føroya. 

 

Heilsuverkið skal tí uppraðfestast. Komandi 10 árini vil Sambandsflokkurin seta 30 mió kr. í heilsuverkið fyri at tryggja øllum føroyingum viðgerðartrygdina. 

 

Tástaðni hava vit eitt samfelag, har øll kunnu trívast og mennast. 

 

Tí heilsan er ikki at spæla við. 

 

Gott val. 


RN


Back