Sambandsflokkurin vil eitt samfelag í serflokki

28. august 2019



Sambandsflokkurin er ein sosial-liberalur flokkur við tí besta frá sosiala partinum og tí besta frá tí liberala partinum. Vit vilja eitt samfelag í serflokki.

 

Við Sambandsflokkinum seta vit í felag nýggja og sterka kós fyri Føroyar.

 

Málið er tryggleiki og stabilitetur, vøkstur við veruligari búskaparstýring, vinnulig menning, økt vælferð og gott samstarv við umheimin og í Ríkisfelagsskapinum.

 

Fyri at fáa eitt samfelag í serflokki eru nøkur grundleggjandi viðurskifti, ið hava samfelagsligan týdning. Vit hava tí valt at seta fokus á fylgjandi økir fram ímóti einum samfelagi í serflokki:

 

- Grønari Føroyar

- Varandi orkukeldur - Eggja til privatar íløgur í framleiðslu og móttøkuskipanir

- Umhvørvið skal verjast - Heimsins reinasta havumhvørvi tryggjast

- Fjølbroyttar bústaðir til allar føroyingar

- Leigubústaðir skulu byggjast kring alt landið til ung, barnafamiljur og eldri

- Bústovnar byggjast til fólk við serligum tørvi 

- Kappingarførar vinnu- og búskaparkarmar

- Smidligar skipanir til íverksetar og smávinnu - minni pappírsarbeiði og færri avgjøld

- Vinnuforum - Vinnan og myndugleikin felags vinnupolitikk

- Handilsavtalur við viðkomandi marknaðir

- Talgilding og tøknimenning av samfelagnum

- Talgilding av samfelagnum halda fram

- Infrakervið útbyggjast kring alt landið og til útheimin fyri at nøkta framtíðartørv

- Modernisering av Ríkisfelagsskapinum

- Størri uttanríkispolitiskar heimildir á økjum, ið viðkoma Føroyum

- Arktiska samstarvi styrkjast

- Altjóða sendistovukervið og víðkaða atgongd hjá vinnuni

 

Hetta eru mál vit vilja seta á breddan komandi valskeið fyri at vaksa um búskapin og møguleikarnar vit hava at bjóða øllum føroyingum.

 

Vit velja eisini nøkur mál frá, tí vit ikki meta hesi gagna føroyingum og Føroyum:

 

- Ognarskattir verða ikki setir í verk

- Ríkisveitingin verður ikki skerd

- Yvirtøkur verða ikki framdar, sum kosta vælferð ella elva til ótryggleika, t.d. fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit og innskjótaratrygd

 

Fyrsta fortreytin fyri at fáa fólk at trívast er, at vit hava eina vælferðarskipan á hædd við okkara grannalond. Tað er tí týdningarmikið, at vit betra og útbyggja okkara vælferðarskipan alla tíðina, og enn eru vit aftanfyri okkara grannalond, tí er ikki ráðiligt at skerja okkara inntøkugrundarlag ella fremja yvirtøkur sum kosta.

 

Vit vilja tryggja uppsparingina hjá føroyingum við at varðveita fíggjarøkið sum felagsmál í ríkinum. Tað styrkir ratingina av Føroyum og gevur bíligari rentu til at fíggja sethús kring landið. 

 

Sambandsflokkurin vil eitt samfelag í serflokki, har vit eru heimsins frælsasta fólk, í heimsins besta landi.

 

Bárður Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back