Pensjónir og eftirlønir

29. august 2019



Eg vil arbeiða fyri, at samhaldsfasta eftirlønaruppsparingin ikki verður skattað bæði við inngjald og við útgjald, soleiðis sum hon verður í dag. Eg vil arbeiða fyri, at grundarupphæddin í fólkapensjónini verður hækkað aftur til tað, sum hon var áðrenn lækkingina, sum verandi samgonga innførdi. Og eg vil eisini arbeiða fyri, at ongin mótrokning verður í fólkapensjónini vegna arbeiðsinntøku.

 

Ikki gjalda skatt av samhaldsfasta bæði við inngjald og útgjald

Dupultskatting av tí, sum verður goldið inn í samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, skal halda uppat. Tú skal ikki bæði gjalda skatt av tínum inngjaldi í samhaldsfasta, og so aftur gjalda skatt av upphæddini, sum tú fær útgoldna. Tá sigur tað seg sjálvt, at tað verður lítið eftir til tín av tí, sum verður spart upp. Tá tað eru skattaðir pengar, sum fara í samhaldsfasta, so skulu teir ikki eisini skattast, tá teir verða goldnir út aftur.

 

Fólkapensjónsgrundarupphæddin hækkast

Grundarupphæddin í fólkapensjónini hevur einki við samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin at gera, og skal uppá pláss aftur. Tá verandi samgonga lækkaði grundarupphæddina í fólkapensjónini við kr. 580 um mánaðin og útgjaldið úr samhaldsfasta varð hækkað, fyri at pensjonistarnir ikki skuldu merkja eina minking í síni inntøku, vóru tað teirra egnu pengar, sum teir fingu sum kompensatión fyri lækkanina í grundarupphæddini í fólkapensjónini.

 

Um stýrið fyri samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin heldur, at pláss er fyri at hækka útgjaldið úr samhaldsfasta, tí inngjøldini eru á einum støði, har tað ber til, skal tað gerast fyri at betra um tøku upphæddina hjá pensjonistum. Ikki fyri at spara í útgjaldinum av grundarupphæddini fólkapensjónini, so landsstýrismaðurin kann reypa av, at tað hevur eydnast at stýra soleiðis, at landskassin hevur avlop.

 

Ikki mótrokna arbeiðsinntøku í fólkapensjónini

Tað er gleðiligt at tað eru mong, sum megna og hava hug til at halda á fram at arbeiða, aftaná at tey eru vorðin fólkapensjonistar. Við tí metlága arbeiðsloysinum, sum vit hava í dag, er hetta sera gott fyri samfelagið, tí vit fáa hervið bæði minka um talið av arbeiðsfólkum, sum vit mugu heinta úr útlandinum fyri at hava virksemið koyrandi, og vit geva hesum pensjonistum eitt innihaldsfullari lív við eini inntøku, sum tey rinda skatt av, eins og øll onnur. Men afturat skattinum verða tey skorin í fólkapensjónini, um inntøkan er meira enn 60.000 kr. um árið.

 

Vit halda ikki at tað er rætt bæði at rinda skatt av arbeiðsinntøku, og so samstundis verða skorðin í fólkapensjónini. Vit halda, at tað skal betala seg at arbeiða. Tí vilja vit at mótrokningin í fólkapensjónini vegna arbeiðsinntøku skal avtakast.

 

Allan Skaalum

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Back