Sambandsfólk hava stóra samfelagsliga ábyrgd

29. august 2019


Sambandsflokkurin hevur altíð havt sum fremsta mál, at tú sum borgari hevur eitt gott lívsgrundarlag í tryggum kørmum, og at tú hevur nógvar møguleikar at virka bæði her heima og altjóða. Vel tí Sambandsflokkin - hann heldur tryggu kósina


Sambandsflokkurin hevur altíð havt týðandi leiklutin at halda eina trygga kós í føroyska samfelagnum, og flokkurin hevur altíð fingið førda politikkin aftur á beint, tá onnur hava havt hug at spæla hasard við persónliga frælsinum og tryggleikanum hjá Føroya fólki. 

 

Hesin leikluturin hevur á ein hátt givið Sambandsflokkinum eina serliga ábyrgd í føroyska samfelagnum. Ein ábyrgd, sum eisini hvílir á øllum okkum sambandsfólkum. Tí er tað mín vón, at øll sambandssinnað fara á val leygardagin og seta ein sterkan Sambandsflokk á ting.

 

Politikkur fyri øll

Sambandsflokkurin er ein liberalur og sosialur flokkur, sum gevur einstaklinginum og vinnulívinum møguleikar at menna seg, samstundis sum flokkurin eisini virkar fyri teimum, ið hava serligar avbjóðingar í lívinum. 

 

Sambandsflokkurin er harumframt sannførdur um, at føroyingar hava bestu møguleikar fyri menning, tryggleika og einum frælsum gerandisdegi í einum stórum samanhangi, sum ríkisfelagsskapurin við Danmark er. Í hesum samstarvi hava vit sum einstaklingar stórar møguleikar at menna okkum altjóða, tí umframt at stýra egnum landi, bjóðar henda skipanin okkum eisini at vera partur av einum felagsskapi við trimum londum, sum røkkur langt inn á altjóða pallin - í ríkisfelagsskapinum hevur tú stórt frælsi at virka og vaksa samstundis sum rótin er føroysk. 

 

Fjølbroyttir møguleikar

Rípkisfelagsskapurin tryggjar tær m.a. hollar útbúgvingarmøguleikar í Danmark og í allari ES-skipanini. Ríkisfelagsskapurin gevur tær ES-passið, og við tí ert tú automatiskt ES-borgari kanst njóta gott av skipanum í Evropasamveldinum, um tú t.d. hevur hug at seta búgv í einum ES-landi í eina tíð.

 

Tryggi flokkurin

Í meira enn 100 ár hevur Sambandsflokkurin havt stórar hugsjónir bæði heima og altjóða, alt meðan flokkurin eisini hevur hildið rimmar fast um borgaran í miðdeplinum. Við at geva vinnulívinum góðar karmar, við skilagóðum politiskum átøkum og við tøttum samstarvi við Danmark, hevur Sambandsflokkurin í meira enn eina øld havt ein týðandi leiklut í menningini av føroyska vælferðarsamfelagnum, sum í dag er millum heimsins tryggastu og ríkastu lond at búleikast í. 

 

Liberala, sosiala stevnan og sannføringin um, at ríkisfelagsskapurin gevur tær persónligt frælsi og ein tryggleika við møguleikum, eru hugsjónir, sum hava flutt okkum framá til nú at finnast millum ríkastu og tryggastu lond í heiminum. Hesari hugsjón havi eg virkað eftir í mínum arbeiði á Føroya Løgtingi, og nú eg avgjørdi ikki at stilla upp aftur til løgtingið, frøir tað meg at síggja, at flokkurin hevur stuðul í fólkinum, og at Sambandsflokkurin er í góðum hondum hjá yngri kreftum.

 

Vit sambandsfólk hava tó støðugt serliga ábyrgd av samfelagsgongdini. Áhaldandi framburður og altjóða møguleikar fáast við at seta krossin við Sambandsflokkin á løgtingsvalinum 31. august. Gott val.

 

Blíðar heilsanir

Edmund Joensen, fólkatingslimur


RN


Back