At spæla við eld - Føroyar í altjóða politikki

12. februar 2020


Tað eru ávís fýrkantað politisk sjónarmið frammi í Føroyum um, at vit skulu velja síðu í altjóða politikki - vit skulu velja samhandilslond frá og til. Men hvønn skulu vit velja frá og hví, og hvørjar kunnu avleiðingarnar verða. Føroyar og føroyskir politiskir myndugleikar mugu nú læra at virka á einum altjóða palli og tryggja Føroyum allar teir fyrimunir, sum eru møguligir og ikki minst fyribyrgja óneyðugum ósemjum


Føroyskur útflutningur

Føroyski búskapurin er sera opin, máta við útflutningsvirðinum í mun til BTÚ, umleið eini 40%. Greina vit útflutningin upp á útvald lond og ES-28, so sær myndin soleiðis út, sum víst í talvuni niðanfyri.

 

 

Talvan vísir m.a. ógvuliga greitt, hvussu sera stóran týdning marknaðirnar Russland, Kina, USA og ES-28 hava fyri føroyska búskapin og vælferðarsamfelagið Føroyar.

 

Talvan vísir eisini, at skulu vit postivt velja nøkur av hesum londum og marknaðum frá, so fáa vit ein risa trupulleika fyri føroyska búskapin, bæði upp á styttri og longri sikt. Bara Russland og Kina fylla í 2018 einar 3 milliardir av samlaða útflutninginum, svarandi til heili 35% - tí skulu hesi londini sjálvandi ikki veljast frá.

 

 

At spæla við eld

Tað er at spæla við eld at langa út eftir ávísum londum í einum truplum uttanríkispolitiskum spæli millum risa lond. Flestu lond, sum siga seg hava tikið eina uttanríkispolitiska støðu, selja framvegis ávísar vørur til tey lond, sum tey siga seg hava valt frá politiskt og handilsliga og sum tey ikki sampakka við hugsjónarliga.

 

Nøkur av teimum londum, sum róð verður framundir at velja frá, hava heilt einfalt bjargað okkum samfelagsbúskaparliga við risa vøkstri í útflutninginum seinastu 10 árini.

 

Tí skulu vit í Føroyum ikki vera naiv og velja týðandi lond frá í okkara samhandli - tølini í talvuni omanfyri tala fyri seg.

 

Vit skulu duga at balansera okkum á uttanríkispolitiska pallinum, og hvørki leypa fram av ella detta aftur av.

 

Føroyar hava ikki fíggindar, hvørki fyri eystan ella vestan, vit hava samstarvs- og samhandilspartnarar. 

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 


RN


Back