Barsilsgrunnurin leggjast saman við ALS

29. apríl 2020



Vit hava í vikuni hoyrt, at Barsilsgrunnurin verður tómur í ár, og tað skuldi verið løgið, um annað hendi, serstakliga nú, tá ið meginparturin av løntakarunum eru skerdir. Henda niðurstøðan varð eisini framgitt, áðrenn koronakreppan kom til Føroya. Tað er nakað við hesum grunnninum, sum ikki riggar.

 

Um vit skrúva sjóneykuna eitt sindur út, so síggja vit, at vit hava fleiri almennar skipanir, sum gera júst tað sama - men til ymiskar bólkar av fólki.

 

ALS, Barsilsskipanin og Trygdargrunnurin eru skipanir, sum taka inngjald og veita út aftur sama vegin. ALS hevur eisini allar neyðugar skipanir at røkja allar tær skyldur, sum Barsilsskipanin tekur sær av. Spurningin við Trygdargrunninum er á leið tað sama, sum serskipanirnar fiskavirkini hava brúkt, sum ikki arbeiða fulla tíð og tryggja teimum eina minstuløn.

 

At ein grunnur tømist eigur ikki at henda. Hann fær so mikið nógv av inngjaldi, at hann eigur at verða nóg sjálvbjargin. ALS er so mikið væl fyri, at henda trygging hevur langt eftir enn niður á kistubotnin.

 

Henda tíðin er heilt, heilt serlig, og tað er júst nú, at ALS kemur til sín rætt. ALS hevur eisini ta servitan og førleikar saman við TAKS, og kundi tí fingi Barsilsskipanina og Trygdargrunnin undir seg, so vit høvdu eina nógv effektivari eind, sum hevði meira pening at flyta við.

 

Her kundu vit havt eitt stórt kervið og samanhangandi skipan, sum varð knýtt til allan arbeiðsmarknaðin.

 

Tí mæli eg til, at Barsilskipanin verður gjørd til ein veruligan grunn, sum verður lagdur til  ALS at umsita, við sama stýri sum ALS.

 

Hetta skal fíggjast, við at Løgtingið setur eitt stovnsfæ sum startkapital - kanningar mugu gerast, hvussu stórt fæið skal verða, og hvussu stórt inngjaldið skal verða.

 

Løtan er røtt beint nú, tí grunnurin er tómur, og ALS-skipanin og ALS-stovnurin hevur víst í verki, at henda riggar væl. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga hetta umráðið, og eru tí best førir fyri at umsita hesar skipanir.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back