Rósa Samuelsen spyr um bú og viðgerð í Stoffalág

19. mai 2020


Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 20. mai at seta Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein munnligan fyrispurning um bú og viðgerð í Stoffalág


Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:

 

1. Hvussu nógv ungfólk hava fingið bú og viðgerð í Stoffalág, og hvør er málbólkurin síðani tilboðið byrjaði?

 

2. Hvussu nógv ungfólk standa á bíðilista til viðgerðartilboðið í Stoffalág ella onnur líknandi tilboð?

 

3. Metir landsstýriskvinnan, at tørvurin er so mikið stórur, at neyðugt er at økja um tilboðini, ella at veita tilboð so ung, sum búgva heima, kunnu fáa viðgerðartilboð um dagin, ella/og at viðgerðartilboð verður veitt teimum í egnum heimi?    

 

4. Hvat metir landsstýriskvinnan, kann gerast fyri at lofta hesum ungu fyrr?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at tað er sera umráðandi, at vit klára at lofta okkara ungu, sum hava tað trupult, so tey kunnu klára seg í samfelagnum. Talan er um ung við autismu, ADHD osfr., sum hava samband við psykiatrisku deild og Almannaverkið - tey skulu læra at liva eitt vanligt lív við sínum avbjóðingum.

 

Vit hava ov nógv dømi um, at foreldur eru í døpurhuga, ja nøkur í dýrastu neyð, tí tey síggja, hvussu teirra barn dregust við trupulleikar. 

 

Sum tað sæst á heimasíðuni hjá Almannaverkinum, so er stovnurin ætlaður til 5 ung í senn, við vanligum intellektuellum førleikum, ið hava møguleika at menna sínar førleikar í viðgerðartilboðnum. 

 

Endamálið er at geva teimum ungu eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív, sum ger, at tey kunnu taka virknan lut í samfelagnum. 

 

At enda sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, í sínum viðmerkingum, at vit hava fleiri dørmi um sólskinssøgur, har ung hava fingið eitt gott tilboð og sum síðandi klára seg í dagligdegnum. Sum eitt framkomið samfelag, eiga vit at hjálpa okkara ungdómi, sum hava tørv á hjálp.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back