Stórt potentiali í einari diabetesmiðstøð

21. mai 2020



Eg setti í gjár á løgtingsfundinum ein munnligan fyrispurning um ætlanirnar at stovna eina diabetesmiðstøð í Føroyum. Spurningur til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen:

 

1. Hvør er støðan í málinum um at stovna eina diabetesmiðstøð í Føroyum, sum skuldi gerast saman við Novo Nordisk-grunninum?

 

2. Hvat liggur fyri framman av ætlanum fyri hesa verkætlanina á heilsuøkinum?

 

Sum eg skilti á aftursvarinum verður arbeitt við málinum og serliga at skipa arbeiði. Kortini eru ikki enn ásettar nakrar ítøkiligar tíðarætlanir - talan er mest um innleiðandi arbeiði.

 

Tað er áhugavert at hoyra, at nevndar eru upphæddir upp á 70-80 mió. kr. til heilsugransking í einari slíkari verkætlan og samstarvi.

 

Annars hoyrist eisini, at heilsuverkið i Grønlandi hevur fingið 370-380 mió. kr. til diabetmiðstøð. Eftir hesum kunnu vit vænta somu upphæddir í Føroyum.

 

Føroyska heilsuverkið stendur nú við einum heilt einastandandi møguleika at fáa játtaðan stóran stuðul úr hesum stóra grunni, komandi 10 árini, til:

 

1. Nýggjan væl útgjørdan ambulatoriubygning til diabetes og aðrar medisinskar sjúkur

 

2. Dagførdan frystara við robotti til Ílegusavnið / FarGen

 

3. Eina nýskapandi og altjóða einastandandi landsumfatandi fólkaheilsukanning, sum saman við FarGen dátugrunninum veruliga kann stuðla undir eitt heilsugranskingarumhvørvi í Føroyum

 

Tað er neyðugt, at henda verkætlan nú verður løgd í eina stabila legu og at orka og ferð verður sett á at fáa verkætlanina setta á skinnarar og loysta. Kravið fyri, at slík verkætlan kann gjøgnumførast og eydnast er m.a., at politiska umhvørvi er til at líta á og er stabilt.

 

Tað hevur verið nógv tosað um hesa ætlaðu verkætlanina í longri tíð, men tíverri er lítið og onki ítøkiligt komi burturúr, annað enn fundarvirksemi.

 

Tað er at koma ígongd nú - og fáa hesa ætlan framda í verki.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back