
Parkeringstunnil í Havn
15. oktober 2020
Nú tað aftur stundar til val, koma politikarar krop á kroppi við uppskoti um at gera parkeringstunnil í Havn.
Hetta hugskot førdi eg fram í samband við kommunuvalið í 2016, men tað hevur onga raðfesting fingið frá nevndu politikarum seinastu 4 árini.
Støðan viðvíkjandi parkering í miðbýnum í Havn er katastrofal.
Uppskotið hjá mær var, at gera ein tunnil av Kongabrúnni niðan undir høllina á Hálsi, so pláss er fyri minst 600 parkeringsplássum.
Bilar og fólk kunnu so koma í og úr tunlinum á fleiri støðum á vegnum, td. á Kongabrúnni, í miðbýnum, við SMS og við Tórsvøll. Møguleiki er eisini hjá fólki, sum koma til arbeiðis í Havn at fara beinleiðis úr rundkoyringini á Hálsi og í parkeringstunnilin ella at parkera í tunlinum, tá størri tiltøk eru í Gundadali.
Í Havn er nærum ikki ein grønur blettur eftir, sum ikki er lagdur undir asfalt.
So set X við Inga á lista B og fá okkum havnarborgarum góð parkeringsviðurskifti í einum parkeringstunli.
Ingi Mittún
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu
RN
Back