Sálarfrøðingar inn á skúlarnar

19. oktober 2020



Kanningar vísa, at talið á børnum og ungum, sum hava sálarligar avbjóðingar, eitt nú ótta, tunglyndi, ADHD og Autismu, økist í stórum, eins og talið á børnum, sum hava avbjóðingar við innlæring, atferð, tí sosiala og kensluliga, økist.

 

Tað er umráðandi, at persónurin, ið hevur tað trupult og tey, sum eru um hann, fáa skjóta og góða hjálp.

 

Jú fyrr hjálpin kemur, betri eru útlitini.  

 

Í mínum størvum bæði sum lærari og seinni sum sálarfrøðingur, havi eg lagt merki til, at tað gongur alt ov long tíð, áðrenn hjálpin kemur.

 

Sum kommuna mugu vit tryggja, at tann, ið fær avbjóðingar og nærumhvørvið kring hann, fáa røttu amboðini sum skjótast. Tað gera vit m.a. við at stytta leiðina hjá skúlum til sálarfrøðingar. 

 

Skúlasálarfrøðingurin hevur eina servitan um sálarheilsu, um læring og atferð.

 

Uppgávan hjá skúlasálarfrøðinginum er at hjálpa næminginum at mennast fakliga, sosialt, atferðarliga og kensluliga, og hann samstarvar tætt við lærarar, familju, leiðslu og aðrar fakbólkar, ið eru um barnið fyri at skapa eitt trygt og stuðlandi umhvørvi. Harumframt arbeiðir skúlasálarfrøðingurin fyribyrgjandi við sálarheilsu. Sostatt fær barnið hjálp uttan mun til, hvørjar avbjóðingar, tað hevur. 

 

Í londunum kring okkum hevur mann í nógv ár havt bæði sálarfrøðingar og heilsufrøðingar á skúlum við sera góðum úrsliti.

 

Ein framkomin kommuna, eigur sjálvandi at hava sálarfrøðingar á skúlunum.

 

Gitte Klein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back