
Parkeringsviðurskiftini í Tórshavn
20. oktober 2020
Parkeringsviðurskiftini í Tórshavn eru út av lagi vánalig.
Men, hvussu kann hesin trupulleikin loysast - tað kann hann loysast við m.a. parkeringshúsum.
Tað hevur í alt ov langa tíð bara verið hugsað vatnrætt, nú má hugsast loddrætt, niðureftir ella uppeftir.
Á Skálatrøð kundi verði bygt eitt parkeringshús, 2 ella 3 hæddir, uttan at grannarnir har rundanum missa útsýnið.
Undir Svínaryggi kundi verði sprongt inn í bergi og síðani bygt eitt parkeringshús á 3 - 4 hæddir - koyrt inn í neðra og útkoyring í erva (har hon er nú).
Rundan um ítróttarøkini er heldur ikki nógv parkeringspláss. À Hálsi er sera trongt til tíðir. Har eru nakri møguleikar, ein er at gera parkeringshús á parkeringsøkinum við svimjihylina og ein hædd kundi eisini verði gjørd omaná parkeringsplássið við høllina á Hálsi.
Á Argjum er ikki framkomandi fyri parkeraðum bilum, tá fótbóltsdystur er, har kundi eisini verði gjørt okkurt liknandi niðanfyri vøllin.
Gott val!
X við Jens Knudsen á lista B
Jens Knudsen
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu
RN
Back