Grót skal ikki koyrast eftir vegunum í Havn!

21. oktober 2020



Nú hevur Runavíkar kommuna funnið upp á, at alt grótið til havnaútbygging frá Sandoyartunlinum, skal koyrast gjøgnum Havnina og til Runavíkar.

 

Eru tit púra ør?

 

Hugsa tit ikki eina løtu um trygdina hjá borgarunum í Havn? Og hvat við umhvørvinum?

 

Tað kemur ikki upp á tal, at fleiri 100 lastbilar skulu svína býin til.

 

Um Runavíkar kommuna ikki finnur eina aðra loysn, so sum at sigla grótið, so fara vit í Havn at gera okkara til, at hetta verður steðgað og ógjørligt at koyra ígjøgnum býin - eins og Runavíkar kommuna ger fyri at forða fólki norðanfyri at koma skjótt til Havnar.

 

Hetta skal steðgast NÚ!

 

Set X við Inga á lista B og steðga ørskapinum

 

Ingi Mittún
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back