Betri umstøður til lesandi við børnum í Tórshavnar Kommunu

21. oktober 2020



Tað er torført hjá barnafamiljum, har annað av foreldrunum er lesandi og hitt er á arbeiðsmarknaðinum, at trívast í okkara kommunu, tí hesar familjurnar detta ofta niðurímillum.

 

Í dag eru dømir um barnafamiljur, har tað loysir seg betri, at ikki at koyra barnið á stovn, men heldur deilast foreldrini sínámillum um at vera heima at ansa barninum og at fara til arbeiðis/ undirvísing. Hetta orsakað av, at felagsinntøkan er ov høg, til at geva teimum eitt frípláss til barnið. Felagsinntøkan í hesum førum er studningurin hjá tí lesandi og lønin hjá tí fulltíðarsetta løgd saman, og er hon hægri enn 281.300 kr. um árið, fær barnið ikki eitt frípláss.

 

Er støðan, sum hjá barnafamiljuni omanfyri, kann tað gerast neyðugt hjá tí lesandi at sleppa lesnaðinum fyri at fíggja ansingarplássinum og teimum føstu útreiðslunum, ið ein barnafamilja hevur.

 

Tann fyrrverandi lesandi verður nú noyddur at finna fast starv og fáa løn sum ófaklærd/ur.

 

Eitt frípláss til hesa barnafamiljuna hevði verið ein stór hjálp.

 

Fríplássið hevði lætt munandi um gerandisdagin hjá barnafamiljuni. Barnið hevði verið á stovni hvønn dag, meðan foreldrini fara til undirvísing/ arbeiðis samstundis. Lønin og studningurin strekkir nú til føstu útreiðslurnar, og tann lesandi kann gera útbúgvingina lidna.

 

Í einari so framkomnari kommunu, sum Tórshavnar Kommuna er, eiga vit at eggja okkara borgarum at fara undir útbúgving, tí tað fer í síðsta enda bæði at lætta um hjá barnafamiljuni, ið fær eina bjarta framtíð samstundis sum, at tað fer at geva aftur til kommununa, ið fær vælútbúnar borgarar.

 

Dagstovnaøkið er kommunalt, men hóast tað er tað landið, sum ásetur inntøkumarkið, men útreiðslurnar fyri fíggjarligt frípláss verða rindaðar av kommununi. Tórshavnar Kommuna skal ganga á odda við at gera tað lagaligari hjá barnafamiljum, har annað av foreldrunum er lesandi, at búgva í okkara kommunu. Broytingar skulu gerast í inntøkumarkinum og Tórshavnar Kommuna skal ganga á odda í samráðingunum.

 

Barnafamiljur skulu trívast í Tórshavnar Kommunu, eisini tær barnafamiljur, har annað av foreldrunum er lesandi.

 

Harriet Høgnesen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back