Soleiðis loysa vit parkeringsviðurskiftini úti í Vika á Argjum

22. oktober 2020



Parkeringsviðurskiftini úti í Vika á Argjum skulu nú fáast upp á pláss. Vit hava eitt ríkt ítróttarlív á Argjum, men parkeringsviðurskiftini runt um vøllin eru ikki nøktandi.

 

Tá fótbóltsdystir eru á Argjum, er nærum ikki framkomandi hjá teimum, sum búgva ovarliga á Reynsgøtu og torført er at sleppa av við bilin fyri tey, sum skulu hyggja eftir einum fótbóltsdysti, tí parkeringsviðurskiftini eru út av lagi vánalig.

 

Viðhefta tekning vísir, hvussu mann loysir parkeringsviðurskiftini og samstundis ger ein “volla” vestureftir, sum tekningin vísir, sum lívir fyri vesturættini á vøllinum.

 

 

Tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa lívd fyri vesturættini. Her er møguleiki at loysa upp fyri báðum sum viðhefta skitsa vísir. Eisini er møguleiki hjá fólki við serligum tørvi at standa parkeraði niðanfyri vøllin og hyggja eftir fótbólti.

 

Viðhefta skitsa vísir, hvussu mann kann loysa parkeringsviðurskiftini og betra um viðurskiftini runt um vøllin á Argjum, tað er og hevur leingi verið eitt ynski hjá fólki, sum hyggja eftir fótbólti og teimun, sum búgva ovarliga í Reynsgøtu at fáa nøkandi parkeringsviðurskiftir, so tey sleppa ótarnað til og frá sínum bústaði, tá dystir eru.

 

Tíðin er komin at betra um trivnaðin runt um vøllin á Argjum, og hettar verður loyst tey komandi 4 árini.

 

X við Annfinn Brekkstein

 

Annfinn Brekkstein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back