Harra Tobbi leggur eftir mær í lesarabrævi í gjár

22. oktober 2020



Tað, sum hevur fingið ilt í mannin er, at onkur blandar seg í hansara ætlanir um, í allan vetur at koyra hundraðtals lastbilar við gróti gjøgnum Havnina - framvið stóru skúlunum, har børn og ungdómar okkara ganga, og til Runavíkar, har tað skal gerast til bryggjukant.

 

Hesir sera tungu lastbilar fara at dálka og slíta vegirnar og verða til stóran ampa fyri øll,  sum ferðast og búgva í Havn.

 

Afturat hesum, fráskrivar sokallaði Tobbi sær alla ábyrgd fyri flutninginum.

 

Heilt erligt, Tobbi! Tú kanst ikki frásiga tær ábyrgdina av flutninginum av grótinum.

 

Tú hevur gjørt avtaluna og tú hevur ábyrgd. At pástanda nakað annað er heilt burturvið.  

 

At enda hugleiðir Tobbi um oysandi gávuregni í Havn. Eg haldi, at Tobbi hevur mist sambandið við borgaran í økjunum hjá sær. Eru borgararnir áhugaðir í bryggjukanti eftir øllum Skálafjørðinum, so enn fleiri russar kunnu liggja og svína og larma í økinum?

 

Ella hvat heldur Tobbi sjálvur?

 

Gott val ...

 

Ingi Mittún
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back